Kunnu ikki ferðast millum landspart í italia á jólum

Tað verður bannað at ferðast millum landspartarnar í Italia í fólafrítíiðini, og tað verður frámælt at bjóða gestum heim á jólum.

Nógv italiufólk fáa ikki møguleikan at ferðast heim á jólum í ár, sum tey plaga.

Tað er greitt, eftir at italska stjórnin hevur boðað frá fleiri tiltøkum, sum skulu forða smittuspjaðing á jólum.

Tað skrivar tíðindastoavn Reuters.

Frá 21. desember til 6. januar verða ferðir millum teir 20 landspartarnar í Italia bannaðar, um ikki tað er í heilsufrøðilligum ørindum.

Og jólaaftan, jólaaftan, jóladag og nýggjársárdag mugu italiufólk ikki ferðast úr býnum, tey búgva í.

Landspartastjórnirnar í Italia finnast at italsku stjórnini fyri ikki at hava tikið tær upp á ráð í avgerðini.

Harumframt ljóða atfinningarnar, at avmarkingarnar ganga ov hart út yvir familjurnar á jóluk, at at hart raktu virkini í Italia ikki hava fingið endurgjald.

Italski forsætisráðharrin, Giuseppe Conte, segði í gjár á tíðindafundi, at avmarkingarnar, sum longu eru settar í verk, vísa góð úrslit – men jólafrítíðini er ein vandi.

– Tað er greitt, at hesi jólini verða øðrvísi enn onnur jól, men tey verða ikki minni hugnalig fyri tað, segði hann.

Conte mælti samstundis italiufólki til ikki at bjóða gestum heim á jólum.

/ritzau/