Fyrrapartin hava Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, greitt frá, hvørjar raðfestingar og hvørji broytingaruppskot, landsstýrið hevur til fíggjarlógina næsta ár.
Hetta er eitt arbeiði, ið landsstýrið hevur brúkt tveir mánaðir um at gera, og løgmaður legði dent á, at bíðitíðin hevði verið neyðug, nú tað hevur verið so friðarligt politiskt hesa tíðina, tí landsstýrið vildi koma við einum uppskotið, sum ikki skuldi broytast í heilum.
Fíggjarlógaruppskotið fevnir eisini um umfatandi broytingar, har bæði skattalætti til lág- og miðalinntøkur er við, men eisini nýggj og broytt avgjøld.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, ásannar og gleðist um, at størsta broytingin er, at landsstýrið nú leggur fram eitt fíggjarlógaruppskot, sum verður tað fyrsta í átta ár, sum ikki gevur hall.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.