Kunnu gerast fimm stig á muni

Vinnur Arsenal dystin í kvøld móti Blackburn, so liggja teir sera væl fyri í oddastríðnum í Premier League.

Ein Arsenalsigur hevur so eisini við sær, at London felagið leggur seg heili fimm stig framum Manchester United, ið taptu heimadystin móti hinum Manchester liðnum, City.

 

Manchester United spældu ein sera vánaligan dyst um vikuskiftið, og tað kann koma at kosta teimum dýrt, um Arsenal heldur áfram at vinna.

 

Spennandi verður at fylgja við í kvøld, um tekniska, skjóta og vælflótandi Arsenal spælið kann halda áfram. Teir hava higartil í kappingarárinum imponera, og tað eisini, hóast hópurin er sera ungur.