Kunnu forða fyri at fólk fáa skaða av larmi

Tað er bara ein, sum kann forða fyri at fólk fáa skaða av ov hørðum tónleiki

Tað eru ongar beinleiðis reglur, sum forða fyri, at fólk fáa hoyriskaðar av ov hørðum tónleiki.

 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.

 

Helgi Abrahamsen, sum er varamaður á Løgtingi fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hana, um nøkur lóg er sum forðar fyri, at tónleikur er so hart frá, at fólk kunnu fáa hoyriskaðar av tí.

 

Men tað er tað ikki, og hetta er heldur ikki ein spurningur, tey arbeiða við, sigur Sirið Stenberg.

 

Hinvegin sigur hon, at í eini kunngerð um umhvørvisreglur, stendur, at er tað so, at vinnuligt virksemi, bæði alment og privat, eisini byggivirksemi, elvir til dálking, ella til heilsuvanda, kann kommunustýrið krevja, at neyðug tiltøk skulu setast í verk fyri at fyribyrgja hesum.

 

Tað stendur eisini, at hetta er somuleiðis galdandi fyri frítíðarvirksemi á ítróttarøkjum og í frítíðarfeløgum, um tað er so nógvur larmur, at tað er til álvarsligaran ampa fyri fólk, ið búgva nærindis.

 

Sirið Stenberg, at tað stendur eisini í hesi somu kunngerð, at bera tað ikki til at avmarka amparnar, kann kommunustýrið seta forboð fyri virkseminum.

 

– Tað er sostatt kommunustýrið, sum er myndugleika á økinum, og kann geva boð um ábøtur, ella, um at banna virkseminum, verður tað mett at vera til álvarsligar ampar fyri grannar, sigur Sirið Stenberg.