Heilsufrøðilga Starvsstovan ávarar nú ímóti tveimum sløgum av matvørum, sum ikki eru, eftir forskriftunum, og sum sostatt ikki eru mannaføði.
Talan er um eitt slag av kipsi, sum fólk við ovurviðkvæmi ikki tola, og hon ávarar eisini ímóti einum slagi av rísi, sum vísir seg at vera moðið.
Serliga onnur vøran kann verða álvarslig hjá fólki, sum ikki tola gluten, at eta. Taðan er um Änglamark tortilla chips med havsalt, har tað er staðfest, at tað er ov nógv gluten í til at tað kann kallast glutenfrítt. Talan er um pakkar sum viga 125 gramm netto og sum er best fyri 12. juni í ár EAN strikukotan er 7340011450955 og upprunalandi er Belgia.
Helsufrøðilga Starvsstovan sigur, at Tortilla kips eru gjørd av maismjøli, sum glutan vanliga ikki er í. Men í hesum sambandi vísa kanningar, at tað er ov nógv gluten í til at tað kann góðkennast sum glutenfrítt. Fólk, sum ikki tola gluten, men sum eta av hesum kipsunum, kunnu sostatt verða sjúk av tí. Tí skulu tey, lata vera við at eta hesi kipsini, men heldur beina tey burtur, ella lata tey aftur í handilin, haðani tey eru keypt.
Hin vøran, sum ávarað verður ímóti, er X-tra parboiled rís. Talan er um posar, sum viga eitt kilo og sum eru best fyri 29 mai í 2019. EAN kotan er 7340011340522.
Orsøkin til hesa ávaringina er, at fleiri fólk, sum hava keypt hesi rísini, hava klagað um, at tey bæði lukta, og smakka, moðin. Av tí sama eru tey ikki mannaføði og fólk, sum hava keypt av hesum pakkunum, skulu tveita teir burtur, ella lata teir aftur í handlarnar, haðani tey eru keypt.