Tað hevur stóran týdning at eisini føroyingar eru við til at manna leiðsluna í løgregluni í Føroyum.
Tað heldur Søren Pape, løgmálaráðharri í Danmark.
Magni Arge, føroyskur fólkatingsmaður, hevur spurt hann um hann ikki eisini heldur, at føroyingar eiga at verða settur í leiðslustørv í løgregluni í Føroyum. Og hann hevur eisini spurt, hvussu útlitini eru fyri, at tað verður ein føroyingur, sum verður settur í starv, tá ið Niels Erik Nymark, sjefpolitiinspektørur í Føroyum, fer úr starvið seinni í ár.
Sjálvur hevur Niels Erik Nymark ført fram, at hann heldur at tað er best at seta ein føroyskan eftirmann, sum hevur gott innlit í málið og mentanina, í starvið, sigur Magni Arge
- Tað er ikki oftari enn so, at leiðandi danskir embætismenn tala so greitt, sigur Magni Arge.
Les eisini: Løgreglan skal hava føroyska leiðslu
Søren Pape heldur, at tað mest avgerandi er, at tað er tey best skikkaðu, sum verða sett í leiðandi størv í løgregluni í Føroyum
Men hinvegin heldur hann eisini, at tað hevur stóran týdning, at føroyingar arbeiða í løgregluni í Føroyum, eisini í ovastu leiðsluni
Tá ið størv skulu setast, er tað tískil við í metingunum, at umsøkjarar hava innlit í føroysk viðurskifti, sigur hann.