Kunningtiltak um útbúgvingar

Í morgin skipar Altjóða Skrivstovan fyri einum kunningar tiltaki, við heitinum Markleys Útbúgving. Endamálið er at vegleiða fólki, sum eru í iva um hvørja útbúgving, tey skulu velja. Markleys Útbúgvin hevur verið eina ferð í árið seinastu árini, og í morgin er tað aftur á skránni.

 

Tað er Altjóða Skrivstovan, sum skipar fyri.

 

Frá klokkan 09 ? 16.30 í morgin er tiltakið ætlað miðnámsskúlanæmingum, frá 19 ? 21.30 í annaðkvøld er tiltakið opið fyri almenninginum.

 

Umframt fyrilestrar um ymsar útbúgvingar, so eru eisini útlendskir lærarar, lestrarvegleiðarar og næmingar á vitjan.

 

Endamálið við hesum er, at fólk skulu fáa høvið at spyrja seg fyri hjá teimum ymsu lestrarstovnunum, sum eru umboðaðir á Hotel Føroyum.