Kunningarstova latið upp í Sandoynni

Seinasta mikudag lat kunningarstova upp í Sandoynni. Hildið verður til í leigaðum hølum í húsum heima á Sandi. Men hetta er bert ein fyribils loysn, meðan leitað verður eftir eini varðandi loysn

Eli Hentze


Bjóðað varð til móttøku og sera nógv fólk nýttu høvi at vitja inn á gólvið at bera góð ynskir. Tann blíða skínandi sólin á bláum himli og mongu blómurnar givnar til dagin gav ein glaðan festdám og kenslu av framburði. Angangdi kaffimunnur og vælsmakkandi smákøkur at njóta hjá sandoyingum, ið avgjørt fegnast um, at ferðavinna nú ikki bert er er eitt heitið, men væntandi við tíðini eitt ítøkiligt íkast til oynna.

Leiðarin á kunningarstovuni, Marna Jacobsen, var væl nøgd við dagin. Marna sigur, at kunningarstovan fer at hava opið mánadag til fríggjadag. Fyrrapart frá kl. 09.00-11.00 og seinnapart frá kl.14.00-16.00.es Eidesgaard:


»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«


»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað

persónliga frælsið fer fyri bakka«


»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«


»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«


»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá

Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein

samtykt«



ENDURGEVINGAR:


Høgni Hoydal:


»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«


»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«


»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir

fíggjarlógarviðgerðini seinast«


»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«


»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«


»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av

Christiansborg«