Kunningarkvøldini verða í Klaksvík í kvøld og í Tórshavn í morgin. Høvi verður hoyra meir um at vera sjálvboðin Reyða Kross Vinur hjá tilflytarum og flóttafólkum.
Sum tilflytari ella flóttafólk í Føroyum kann tað vera trupult at trívast, at koma at kenna samfelagið, og at gerast partur av teimum felagsskapum, sum knýta okkum.
Reyði Krossur hevur tí tørv á sjálvbodnum og sum hava áhuga at fáa samband við fólk úr øðrum londum. Reyða Kross vinirnir stuðla einum tilflytara ella tilflytarafamilju við ymiskum avbjóðingum í gerandisdegnum og eru við til at opna dyr til nýggj sosial sambond, sum kunnu økja um trivna og kenslu av at hoyra til.
Kunningarkvøldini verða á Klaksvíkar bókasavni mikudagin 7. februar kl. 19 og
í hølunum hjá Reyða Krossi í Tórshavn hósdagin 8. februar kl. 19.
Til ber at lesa meira og tekna seg til kunningarkvøldini á heimasíðuni hjá Reyða Krossi, www.redcross.fo/rkvinir.