Kunning um nýggju kappingarlógina

Vinnunám skipar mikukvøldið 12. november fyri einum kunningarfundi um nýggju kappingarlógina, sum kom í gildi 1. januar 2008. Fundurin verður almennur, men er serliga ætlaður handverksmeistarum.

Á fundinum koma umboð frá Kappingarráðnum m.a. at greiða frá, nær ein fyritøka er ráðandi á marknaðinum og nær ein fyritøka misnýtir eina tílíka ráðandi støðu. Tosað verður eisini um kappingaravlagandi avtalur, útbjóðingar og hvørji amboð kappingarmyndugleikin hevur til at tryggja, at ásetingarnar í kappingarlógini verða yvirhildnar.

Nærri kunning um fundin verður í næstum at síggja á heimasíðuni www.industry.fo og tá verður eisini møguleiki at boða frá luttøku.