Kunna um plantur í Nólsoy

Kunningarstovan í Nólsoy skipar í summar fyri fleiri tematúrum fyri nólsoyingum og øðrum ? bæði føroyskum og útlendskum gestum. Í morgin verður skipað fyri einum hugnaligum kvøldartúri, har Disa Christiansen fer at vísa runt í bygdini og í nánd av bygdini. Greitt verður frá um villar plantur og húsplantur, og hvørjar gagnligar eginleikar tær hava. Heilt nógvar av okkara plantum eru vælsmakkandi, eru vælegnaðar til matnað og hava harumframt grøðandi eginleikar.

Kl. 18.00 Farið verður við Ternuni av Bursatanga

Kl. 18.30 Túrur til gongu við Disu Christiansen

Kl. 20.30 Heimavirkið er opið

Kl. 20.30 Kunningarstovan er opin og hevur kaffisølu. Uppskriftir vera til taks.

Kl. 20.30 Kaffistovan er opin

Kl. 22.25 Ternan fer av Klivum

Ferðaseðilin verður keyptur umborð og kostar 45 krónur báðar vegir. Túrurin kostar 50 krónur, børn tó ókeypis. Goldið verður, tá túrurin byrjar.