Kunna um húð- og móðurmerkjakrabba

Danskur húðlækni fer mikukvøldið at greiða frá og kunna um krabbamein í húðini

Mikukvøldið tann 11. september skipar Krabbameinsfelagið fyri almennum fyrilestri um húð- og móðurmerkjakrabba. Tað er húðlæknin og yvirlæknin Michael Heidenheim, sum fer at hava fyrilestur um húð- og móðurmerkjakrabba og fyribyrging av hesi sjúku.

- Vanligasta orsøkin til húð og móðurmerkjakrabbamein er ov nógv sól og solarium. Tað snýr seg í heilt stóran mun um tínar vanar í sólini. Tí kanst tú eisini gera nógv sjálvur fyri at sleppa undan vandamiklu sjúkuni. Hesum fer Michael Heidenheim at greiða nærri frá í sínum fyrilestri, sigur Krabbameinsfelagið í tíðindaskrivi.

 

Hjá teimum, sum hava ella hava havt móðurmerkjakrabbamein ber eisini til hetta sama kvøldið at fáa vitan um ”Móðurmerkjabólkin”, sum er ein sjálvhjálparbólkur fyri fólk, ið hava ella hava havt hesa sjúkuna.

 

Fyrilesturin verður á Hotel Hafnia tann 11. september klokkan 19.00 og er almennur.