Tá Sosialurin herfyri hevði samrøðu við nevndarformannin í Delta Seafood og Sandoy Seafood, Marner Lisberg, um samstarvsætlanir við Marine Harvest Føroyar um laksaaling á Sandsvág og í Hestfirði og um ætlanir um kryvjing og møguliga meirvirking av laksavørum í Sandoynni, ljóðaði hetta ivaleyst sum ein dreymur í oyrunum á sandoyingum.
Men fyri feløgini, sum arbeiða við at reisa hetta samstarv á føtur í Sandoynni, er hetta meiri enn ein dreymur.
Marner Lisberg greiddi í samrøðuni við Sosialin frá, at tað verður Marine Harvest Føroyar, sum fer at søkja landsstýrið um aliloyvi á Sandsvág og í Hestfirði, og síðan verður tað Sandoy Seafood, sum kemur at taka sær av kryvjing og møguligari meirvirking á landi.
- Marine Harvest Føroyar hevur í fyrsta lagi alivirksemi og kunnleikan til aling, og vit hava drúgvar royndir innan framleiðsluvirksemi, segði nevndarformaðurin.
Spennandi ætlan
Orsøkin til, at vit kunnu siga, at ali-og virkisætlaninar í Sandoynni eru meiri enn ein dreymur hjá samstarvspørtunum, Sandoy Seafood og Marine Harvest Føroyar, er, at kunnandi fundur verður í Sandoynni seinnapartin í dag, har eitt nú borgarstjórin í Skopunar kommunu og løgtingsmaðurin, Gerhard Lognberg, hevur fingið fundarboð.
- Okkum dámar sera væl tær ætlanir, sum nú eru í stoypiskeiðini í Sandoynni. Hetta fer at gera tað møguligt hjá umleið 35 fólkum at fáa støðugt arbeiði á virkinum á Sandi, har kryvingin ætlandi skal fara fram. Gongst, sum feløgini ætla, skal øll kryvjing hjá Marine Harvest Føroyar fara fram í Sandoynni. Hugsandi er eisini, at virkið í Skopun, sum serliga virkar vørur úr upsa, í longdini kann fara at meirvirka vørur úr laksi.
Sum borgarstjóri í Skopunar kommunu og løgtingsmaður í Sandoynni er Gerhard Lognberg spentur til kunnandi fundin í dag, sum helst verður á Sandoy Seafood í Skopun.
- Eg veit ikki, um aðrir partar eru bodnir við, kanska hinir báðir løgtingslimirnir í oynni, men eg veit bara, at eg havi fingið boð um kunnandi fund, sigur hann.
Neyvan trupulleikar
Gerhard Lognberg sigur, at hann hevur tosað við landsstýrismannin í vinnumálum, Johan Dahl, um møguleikarnar hjá Marine Harvest Føroyar at fáa aliloyvi á Sandsvág og í Hestfirði, og sambært løgtingsmanninum í Skopun, heldur landsstýrismaðurin ikki, at tað fer at vera nakar trupulleiki.
- Eg havi skilt, at Sandoy Seafood og Marine Harvest Føroyar arbeiða við fullari ferð fyri at fremja hesa ætlan í verki, og tað eri eg sera fegin um, sigur løgtingsmaðurin.
Hann hevur annars alt rós at bera teimum, sum standa aftan fyri Sandoy Seafood.
- Felagið hevur skapt vinnuligt virksemi í Sandoynni nú í fleiri ár, tó at umstøðurnar ikki hava verið tær bestu. Nú virkir hava keypt skip, og loyvini at veiða upsa í stóran mun eru konsentrerað í ávísum økjum, hevur tað kortini eydnast felagnum at havt rímiliga støðugt fiskaarbeiði í Skopun. Trupulleikin er serliga um summarið, tá verri er at fáa fatur á upsa, men eg havi skilt, at felagið í ávísan mun er farið at arbeiða gulllaks í summarhálvuni, tó at eg í løtuni ikki veit nakað serligt at siga um hetta, sigur Gerhard Lognberg.










