Kungälv-konsert í Miðlahúsinum

Gamlir Kungälvsnæmingar, sum Niels Midjord og Hanus G. Johansen taka eisini lut

Úr Svøríki er komin vitjan. Tað eru Nils Zandhers og Lennart Thorstensson, sum siga frá og syngja sangir og vísur hjá Taube og Bellman, umframt einstakar hjá Astrid Lindgren, Dan Andersson og Birger Sjöberg.


Nils og Lennart hava báðir verið lærarar á Nordiska Folhögskolan í Kungälv, og Nils hevur eisini verið rektari í fleiri ár. Hóast báðir eru farnir frá fyri aldur ferðast teir framvegis runt í Svøríki og undirhalda við frásøgunum, sangunum og vísunum. Og nú eru teir komnir til Føroya.


Sangirnir, vísurnar og søgurnar knýta seg at umráðunum har Taube og Bellman eru ættaðir og har teir báðir Nils og Lennart hava búð og arbeitt.


Føroyingar luttaka eisini saman við teimum. Eru teir nevndir eru teir kendir. Hanus G. Johansen, Niels Midjord, Jógvan Andrias Joensen eru allir fyrrverandi næmingar og hava gingið á vísulinjuni á Nordiska Folkögskolan í Kungälv. 

 

Konsertin í Miðlahúsinum byrjar klokkan 19 í kvøld.