Føroyar. Noreg og ES góvust í dag við royndini at semjast um makrelfiskiskapin næsta ár. Partarnir eru samdir um at hittast aftur, men ikki nær. Føroyski samráðingarleiðarin, Andras Kristiansen, segði við útvarpið hjá Kringvarpinum á middegi, at partarnir høvdu gjørt av leggja samráðingarnar niður og at gera eina roynd seinni.
Ein av stríðsspurningunum er, at Føroyar vilja hava meiri enn tey 4,95 prosentini av heildarkvotuni, sum vit higartil hava fingið. Harafturat eru partarnir ósamdir um atgongd til at fiska makrelin. Eitt annað mál er kvotan, sum íslendingar áseta sær sjálvum.
Makrelsamráðingarnar hava verið í Cork í Írlandi hesa vikuna.