- Vit gjørdu semingsmonnunum púra greitt, at vit fóru heldur í verkfall enn at góðtaka, at nakar skuldi niður í løn.
Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur, at hetta var útgangsstøðið, tá ið teir fóru undir semingsroyndina við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið seinnapartin fríggjadagin.
Tá ið sáttmáli varð undirskrivaður eitt gott samdøgur seinni, varð heldur ikki talan um nakran lønarniðurskurð.
Hinvegin varð heldur ikki talan um nakra serliga stóra lønarhækking.
Toga upp á null
Men Páll Hansen heldur, at sum umstøðurnar vóru, bar ikki til at fáa nakað frægari burtur úr.
- Útgangsstøðið hjá Fíggjarmálaráðnum var, at teir maskinmeistarar, sum hava hægstu lønirnar, skuldu 4% niður í løn.
- Men vit fingu so toga alt upp á eitt null og so fingu vit eina lítla lønarhækking afturat til teir lægru løntu.
Tað endaði við eini semju, har maskinmeistarar fáa eina lønarhækking eftir einum glíðandi skala, har teir, sum forvinna minst, fáa mest í lønarhækking og teir, sum forvinna mest, fáa onga lønarhækking.
Teir maskinmeistarar, sum forvinna 20.000 krónur um mánaðin, fáa eina lønarhækking upp á 0,85% frá 1. oktober í fjør og aftur 0,85% 1. oktober í ár.
Teir, sum forvinna 50.000 krónur fáa onga lønarhækking.
Tann stóri hópurin fer at fáa eina lønarhækking upp á 0,5% ella har áleið.
Annars heldur Páll hansen, at tey bæði ytru markini hava ongan týdning, tí hann veit ikki um nakran, sum bara fær 20.000 krónur í løn og hann veit heldur ikki um nakran, sum fær 50.000 krónur.
Miðaltalið
Annars fekk tað eisini týdning, at undanfarna landsstýri hevði góðtikið eina lønarhækking upp á 1,2% um árið.
Hinvegin eydnaðist í hesari semingsroyndini at fáa lønardeildina at góðtaka eina lønarhækking upp á 0,5% fyri at leggja eitt sindur upp fyri príshækkingum í samfelagnum.
- Semingsmenninir gjørdu so rætt og slætt tað, at teir løgdu tilboðið frá undanfarna landsstýrið upp á 1,2% og tilboðið frá lønardeildini nú upp á 0,5%, saman, og tóku miðaltalið av tí og komu so til eina lønarhækking upp á 0,85%.
- So samdust vit um tað.
- So har var onki meiri hokus pokus í tí enn tað, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum.
Annars setti lønardeildin fleiri krøv fram um fleiri krøvum til maskinmeistarar við Strandferðsluni um at bróta vakt o.s.fr., men alt tað varð eisini tikið av borðinum og tað er Páll Hansen eisini væl nøgdur við, tí so var bara lønin eftir at semjast um og tað gjørdi tað lættari at finna semju.
Boyggja seg fyri veruleikanum
- Tit hava alla tíðina ført fram, at skipanin við fløtum skatti skal ikki tengjast upp í samráðingarnar, men nú bleiv hon tað kortini, tí grundin til, at teir høgstløntu onga lænarhækking fáa, er, at teir fáa so stóran skattalætta.
- Tað er rætt, men vit mugu eisini boyggja okkum fyri veruleikanum og flatskatturin er veruleiki.
- Annars eru vit ikki øðrvísi enn politikarar. Sjálvt valkvøldið bedýraðu teir -eisini Jørgen Niclasen- at teir fóru ikki at biðja danir um hægri blokk, men tað var tað fyrsta teir gjørdu eftir valið...
Kundu farið framum
Annars førdi landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum fram í Kringvarpinum í gjár, at við hesum er støðið lagt og at tað verður ringt at geva øðrum fakfeløgum betri sømdir.
Men tað vil Páll Hansen ikki siga.
- Vit hava fríar samráðingar, so fáa vit at síggja um onnur fáa eitt betri úrslit enn vit.
Men Páll Hansen vísir eisini á, at hini almennu fakfeløgini hava vitað um støðuna og um kravið um lønarlækking.
- Vildu tey sleppa at leggja støðið, var onki, sum forðaði teimum í at fara undir samráðingar undan okkum, sigur Páll Hansen.
Herálvur Jacobsen úr fakfelagssamstarvinum, sum skal undir seming fyrsta dagin, vil ikki siga um støðið er lagt.
- Tað fáa vit onki sagt um enn, hóast tað er siðvenja sigur hann.
Hann sigur at fakfeløgini hava samráðingarrætt, men tað skilst á honum, at hann er ikki nøgdur við lønarhækkingina, tí hon er lítil, staðfestir hann.
Kann góðtakast
Snorri Fjallsbak staðfestir, at hetta var ein semja, Fíggjarmálaráðið kann liva við.
Hann vil ikki siga, um hetta leggur støðið, men hann ásannar, at tað er gamalt, at tann fyrsti sáttmálin, sum verður undirskrivaður, leggur støðið.
Tað hevur landsstýrismaðurin í Fíggjármálum eisini boðað frá, so eg vænti ikki, at úrslitið av teimum samráðingunum, sum eru eftir, verða stórt øðrvísi.