Eftir ætlan, skuldi fólkaatkvøða verða 26. mai í 2001 um fullveldi, men 23. februar í 2001 boðaði Anfinn Kallsberg frá, at hann ikki longur tók undir við fólkaatkvøðuni. Í staðin samdust Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin um eitt lógaruppskot um ein bundan sjálvstýrisleist.
Sambært hesi semju skuldu øll málsøki uttan ríkismál yvirtakast fram til 2012 – altso í ár. Sambært hesi ætlan skuldu øll mál nú verið yvirtikin og soleiðis ongar bindingar verið millum Føroyar og Danmark. Ætlanin var so – nú eingir pengar komu úr Danmark til Føroya – at vit í ár skuldu hava eina fólkaatkvøðu um loysing frá Danmark.
Jú sanniliga – at mongum brestur ætlan. Meðan Tjóðveldisflokkurin er fánaður, Høgni er gránaður, so leiðir Fólkaflokkurin nú eitt fíggjarmálaráð, sum hevur til endamáls í ár at binda Føroyar einar 200 milliónir tættari at Danmark.