Kundi verið enn betri

Tað stóð nógv á føroyska venjaranum í seinna hálvleiki, men sjálvur helt hann, at talan kundi verið um enn betri úrslit

Nicosia, Cypros: Undan landsdystinum leygardagin segði Henrik Larsen, at hann vildi verið fegin, um tað skuldi eydnast føroyska liðnum at fáa ein javnleik, og at tað annars fyrst og fremst ráddi um at fremja eitt gott avrik.
Og tá vit eftir dystin fingu orðið á hann, segði hann eisini, at hann var nøgdur.
- Hyggur tú eftir fyrra hálvleiki hjá okkum, so haldi eg so heilt avgjørt, at vit høvdu uppiborið javnleikin. Vit stríðast sera væl alla tíðina, og fyri steðgin hava vit eisini heilt nógv spæl.
- Eftir steðgin verða vit sjálvandi trýstir, men vit hava nakrar kontra-møguleikar, sum kundu givið úrslit. Men samanlagt haldi eg tó, at 2-2 var eitt gott úrslit hjá okkum.

Ótrúligur dómari
Tað er eingin loyna, at føroyska liðið varð trýst langt aftur á vøllin so skjótt sum seinni hálvleikur byrjaði. Og sjálvur helt føroyski venjarin, at liðið her læt seg trýsta ov langt aftur.
- Tað hevur ofta víst seg, at tá vit hava møguleikan fyri einum góðum úrsliti, so hava vit ein tendens til at bakka ov nógv í royndunum at verja leiðsluna. Sjálvandi verða vit so eisini skerdir í steðginum, tá Claus noyðist út. Hann var heilt klárt besti leikarin hjá okkum fyri steðgin, og hann megnaði væl at halda bóltinum koyrandi. So tað var ein stórur smeitur, at hann mátti út.
Nýggjur maður fyri Claus varð Atli Danielsen. Hóast hann hevur havt nakrar minuttir á liðnum fyrr, so var hetta fyrsta ferðin, at hann av álvara kom undir slík trýst, og alt í alt tóktist landsliðsvenjarin at meta avrik hansara sum góðkent.
- Hann ger nakrar feilir at byrja við, men hann kemur fyri seg aftur. Og tað er so púra víst, at hatta ikki var nakar lættur dystur at koma inn í.
- Móti dystarenda koyrdu vit alvorliga upp á pumpurnar. Vit verða trýstir allan vegin, og eg haldi heilt avgjørt, at hatta liðið hevur nógvar góðar leikarar. Og so hava teir eisini ein dómara, sum ikki var serliga góður við okkum. Eg haldi næstan, at tað er ótrúligt, at vit kláraðu at halda 2-2 við hasum dómaranum, staðfesti føroyski venjarin at enda.