Kundi ikki prógva hvør sló

Tískil blivu báðir danirnir fríkendir í Føroya rætti

Tveir danir vóru í Føroya rætti ákærdir fyri harðskap móti einum ungum manni í Klaksvík eitt kvøldið í fjør vár.

 

Ungi føroyingurin greiddi frá, at hann var á veg yvir í barrina í einum skeinkistaðið í Klaksvík. Á veg yvir møtir hann tveimum dønum, sum siga okkurt við seg. Hann hoyrir ikki hvat og spyr tí upp aftur, men heldur enn at fáa eitt svar, fær hann nevan á kjaftin.

 

Allar tennirnar gjørdust leysar og ungi maðurin greiddi frá, at hann hevur havt stórar útreiðslur til tannlækna eftir hendingina.

 

Tveir danir, sum vóru til staðar, vóru fyrst blakaður út og síðani skuldsettir fyri harðskapin. Teir vóru í Føroyum í arbeiðsørindum. Í rættinum noktaðu teir seg sekar, og hildu seg vera fyri órætti, tí at teir vóru danir.

 

Spurdur, hvør teirra mundi vera tann, ið hevði sligið seg, peikaði órættaði á annan mannin. Verjin hjá hesum vísti tó á, at í frágreiðingini til løgregluna eftir tilburðin, hevði hann greitt frá, hvussu maðurin var ílatin, og eftir tí frásøgnini at døma, mátti talan vera um hin mannin.

 

Ákæruvaldið bað um, at maðurin, sum órættaði peikaði á, fekk 30 dagar fongsulsrevsing, umframt at hann mátti rinda endurgjald fyri tannlæknarokningarnar hjá órættaða. Hon meinti tó, at hin maðurin skuldi frídømast.

 

Verjin hjá manninum meinti, at so stór ivamál vóru um, hvør tað var, sum sló. Hon meinti als ikki, at tað var prógvað út yvir rímiligan iva, hvør hevði sligið og tí metti hon ikki, at hvørgin danin kundi dømast.

 

Dómarin valdi at geva verjanum rætt og tískil blivu báðir danirnir fríkendir. Ákæruvaldið hevði ikki megnað at prógvað, út um rímiligan iva, at annar teirra var tann, ið sló.