Kundi ikki liva við konservativu kósini

- Egkundi í veruleikanum ikki liva við tí konservativu kósini, sum Sjálvstýrisflokkurin stýrdi eftir. Serliga tí, at flokkurin í veruleikanum var býttur sundur í ein býarflokk og so tann konservativa partin av flokkinum, sigur Kristianna Winther Poulsen. Undan farna løgtingsvali valdi hon at skifta flokk, úr Sjálvstýrisflokkinum, sum hon hevði umboðað á løgtingi sum varafólk, yvir í Javnaðarflokkin.

 

- Tað var ein long og pínufull prosess, tá ið eg tók avgerð um at fara úr Sjálvstýrisflokkinum. Tað má eg viðganga, sigur hon.

 

Hon greiðir í Sosialinum frá, hvørji tilknýti hon hevur havt til Sjálvstýrisflokkin og hví hon av fyrstan tíð valdi at gerast virkin í flokkinum.

 

Hon sigur, at hon ongantíð var í iva um, at tað var í Javnaðarflokkin hon skuldi fara.

 

Les meiri um Kristionnu Winther Poulsen í Sosialinum, sum varð borin í hvørt heim í dag.