Kundarnir skulu kenna seg heilt tryggar

Frá 1. januar 2005 skifta suðurkoreansku Daewoo bilarnir navn til Chevrolet. Frá Daewoo-umboðnum, Esmar Simonsen á Kambsdali, verður sagt, at núverandi kundar koma einki at merkja til broytingina

Tíðindini um at Daewoo bilarnir frá 1. januar 2005 skifta navn til Chevrolet komu ikki óvart á altjóða motorpressuna. General Motors eiga flestu partabrøvini í suðurkoreansku verksmiðjuni, GM Daewoo Auto & Technology, og í fleiri londum eita Daewoo bilarnir longu nú Chevrolet. Daewoo hava verið í seldir í Evropa síðan 2002.

General Motors er heimsins størsta bilfyritøka, og Chevrolet er teirra mest selda bilmerki. Í fjør vórðu seldir tilsamans 3,6 milliónir Chevrolet bilar um allan heim.

Chevrolet er eisini eitt gamalt bilmerki í Føroyum. Frá síðst í 20-unum og fram til fyrra veraldarbardaga, var ein stórur partur av bilunum av merkinum Chevrolet.

Esmar Simonsen, sølumaður hjá P/f Esmar Simonsen, sigur, at teirra kundar, sum koyra við Daewoo, koma ikki at merkja nakran mun. Ongar broytingar verða við garanti og tænastu, og kundarnir skulu kenna seg heilt tryggar.

Møguleiki verður hjá teimum, sum eiga ein Daewoo, at broyta bilin til Chevrolet fyri egna rokning. Tey kunnu t.d.skifta til onnur emblem og aðrar hjólkapslar við Chevrolet búmerkinum á, so hava tey ein Chevrolet, sigir Esmar Simonsen.