Kuldin argar U21-landsdystin í kvøld - Taka nú støðu klokkan 12

Frosturin bítur á Tórsvøll - Dagført: Taka støðu klokkan 12

Dagføring: FSF og UEFA hyggja aftur eftir tórsvølli klokkan 12

Føroyska U21-landsliðið er til reiðar at spæla ímóti Norðurmakedónia í kvøld, men veðrið gevur avbjóðingar á Tórsvølli.

Andrass Thomsen, landsliðssamskipari hjá Fótbóltssambandi Føroya sigur við in.fo, at har eru onkrar avbjóðingar við pørtum av vøllinum, men at vallarvørarrnir gera sítt ítasta fyri at fáa Tórsvøll til reiðar.

Fótbólssambandið og umboðini fyri UEFA fara á ástøðiligan fund nú klokkan 10.00, har avbjóðingarnar verða viðgjørdar og støða verður tikin.

Dagføring: FSF og UEFA taka ikki støðu fyrr enn klokkan 12.00

U21-landsdysturin, Føroyar - Norðurmakedónia skal eftir ætlan spælast á Tórsvølli klokkan 17.00.

Tað er ókeypis atgongd fyri áskoðarar.

Hetta er hópurin hjá Føroyum:

Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre (Danmark)

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Andrias Edmundsson, Sunderland FC (Ongland)

Ólavur Niclasen, KÍ

Andri Benjaminsen, NSÍ

Jákup B. Andreasen, KÍ

Lukas Grenaa Giessing, AB

Petur Knudsen, NSÍ

Daniel Johansen, HB

Hugin Samuelsen, B36

Magnus Holm Jacobsen, B36

Stefan Radosavljevic, B36

Pætur Petersen, HB

Mads B. Mikkelsen, Vendsyssel FF (Danmark)

Hannes Agnarsson, B36

Adrian Justinussen, HB

Steffan Løkin, EB/Streymur