Tað kann tykjast eitt sindur absurd at fara at skriva um grønmeti, men fyrr ella seinni kemur lýðkan og gróður, ta vónina hava vit. Onkur vónaði at globala upphitingin fór at ganga skjótari! Men hóast tað er kalt og norðanættin ikki vil sleppa okkum enn, so grør um gangandi fót og í dag sá eg eina eplaveltu við Dalavegin, har tað var farið at næla. Sera hugaligt. Og rabarbur og kryddurtir sum t.d. bótarurt vaksa væl.
Besta føroyska matstova okkara, KOKS, og kulinariski fylgibólkurin hjá henni hevði herfyri fyriskipað eina forvitnisliga vitjan av kenda danska grønmetismanninum Søren Wiuff. Søren er eitt slag av guru og ein av høvuðsveitarunum av grønmeti til frægastu matstovurnar í Danmark, fleiri av teimum við Michelin status!
Søren hevur sítt virki á Lammefjorden og er kanska mest kendur fyri sína aspargesframleiðslu, men harumframt hevur hann umleið 150 aðrar grønmetisframleiðslur. Hetta var hansara fyrst vitjan í Føroyum ,og var hann sera hugtikin av Sandoynni og Sandafløtum, sum hann helt líkjast Lammefjorden, t.v.s. gamal havbotnur. Hann metti leysliga, at kanska ein helvt av hansara framleiðslum kundu verðið veltar heima á Sandi, men krevst sjálvandi meiri lívd, »læbælter« og so regluliga vatning.
Søren helt, at tað kundi verið áhugavert at sett asparges niður á Sandi og hava vit sostatt bílagt 500 aspargesplantur, sum verða settar niður komandi vár. Eisini hevði Sørin nøkur seteplir av slagnum »æggeblomme« við sær. Hetta er gamalt danskt eplaslag. Eplið er lítið og púra runt, ógvuliga vælsmakkandi og sera stórur eftirspurningur er eftir teimum í Danmark. Spennandi verður, hvussu hesi fara at frukta.
Ætlanin er at Søren kemur aftur í heyst, og fer hann tá at halda ein fyrilestur fyri áhugaðum.
Tað er hugaligt, at tað er komið meira gongd á tosið um grønmeti. ALS hevur leigað vakstrarhúsið í Sandavági til grønmetisframleiðslu og tað ljóðar, at Plantustøðin í Hoydølum eisini fer inn á hetta økið. Nevnast kann at vit innflyta fyri yvir 50 mio. kr. av grønmeti á hvørjum ári! So her er stórur marknaður at fara eftir. Skulu vit veruliga menna føroyska gastronomiska støði, er neyðugt við fyrsta floks grønmeti. Um vit øll í okkara dagligu matgerð royna at nýta føroyskt grønmeti, eru vit við til at hækk støðið og ta heilsugóðu, dagligu máltíðina. Onki smakkar so væl sum nýggj, føroysk eplir og røtur, sum tú sjálvur hevur velt ella sett niður við abbanum. Men yvirhøvur er alt føroyskt grønmeti sera væl smakkandi orsakað av longu vakstrartíðini.
Mær dámar sera væl átakið við at keypa føroyskt. Latum okkum stuðla alt, sum er føroyskt og vera líka góð við okkara framleiðslur sum íslendingar eru, tó eiga treytir at verða lagdar á vørur, sum skulu bera føroyska logoið, forbrúkarin eigur at vænta og krevja dygd.
Tað verður tosað so nógv um útoyggjar okkara og hvussu hesar skulu lívbjarga sær. Eg vildi mett at nógv meiri fokus skuldi verðið sett á, hvat hesar kunnu framleiða av eplum, gularótum, rótum, o.s.fr. Tað er ongin ivi um, at alt, sum í løtuni verður velt í Føroyum, kann seljast fyri góðan prís til framleiðaran.
Nevnast kann, at KOKS og Áarstova fara at gera sera nógv burtur úr føroyska heystinum.