Kular Røtur hava gjørt og útgivið nýggjan sang áðrenn framførsluna á Summar Festivalinum leygardagin.
Tað eru ungu tónleikararnir í Kulum Rótum, sum sjálvi hava gjørt nýggja sangin. Sangurin snýr seg um ein heimleysan hund, og heitið er Vov Vov.
Kular Røtur eru við á Summar Festivalinum um vikuskiftið. Bólkurin hevur framførslu í Flags tjaldinum leygardagin kl. 15.45.
Kular Røtur hava gjørt nýggja video til sangin, sum kann síggjast her: www.youtube.com/user/summarfestivalur