Olaf Olsen greiddi frá í Miðhøllini á Skúlatrøð týskvøldið í Torravikuni
Í stuttum kann verða sagt, at 1400 mans og 6 kvinnu hava verið við Kubabátunum sum komu á ólavsøku í 1973 og vóru í vinnu í 30 ár. Teir høvdu sín heimstað í Fuglafirði tey fyrstu 20 árini og síðani í Runavík tey seinastu 10 árini, til flotin bleiv endurnýggjaður við nýggjum førum.
Í hesum tíðarskeiði fiskaðu teir tilsamans 260.000 tons – til eitt avreiðingarvirði á 1,4 mia (í 30 ár)
Olaf Olsen, sum greiddi frá Kubabátunum og søgu teirra, hugleiddi um fiskarí við Føroyar og av føroyingum víða um. Hann metti, at eftir kupabátarnar mundu liggja eini 20.000 A4-síður av søguligum skjølum og hagtølum, sum kundu verðið granskaði betri í av hagfrøðingum, søgufrøðingum og øðrum, sum høvdu kunnað lýst hetta tíðarskeið væl við hesum grundarlagi.
Ólaft greiddi frá við hagtølum, stabbum og grafum, og tó at talan var um hópin av tølum, so gjørdi hann hetta leikandi lætt og áhugavert við góðum samanberingum.
Hóast fiskað varð meir enn tilrátt, so legðist afturat við fiski og nøgdirnar øktust støðugt 1992 – 2006. Olaf Olsen, skipari og reiðari vísti á trolingar, sum Havrannsóknarstovan hevði skrásett í 1997, at tað at kalla bert varð fiskið eystanfyri Føroyar við troli. Hetta helt Olaf eisini undirbygdi, at trolið ikki fór so illa við botninum, sum ofta hildið – hetta tí, at fiskurin minkaði ikki av hesi grund.
Føroyingar fiska nú um 500.000 tons um árið til eitt útflutningsvirði á 7-8 mia. Grønlendingar fiska um 100.000 tons um árið til eitt virði á 2,5 mia. Føroyingar áttu at hjálpt grønlendingum at fleirfaldað teirra fiskanøgdir og søluvirðið har eftir, tí teir hava so stórt fiskiøki, sum við vissu kann troytast skynsamt enn meira.
Eina av nógvum niðurstøðum hjá Olafi var rættiliga áhugaverd:
Hyggur tú eftir tølunum, so fylgjast útflutningsvirðið av fiskavørum og løgtingsins fíggjarlógi rættiliga væl – liggja á sama støði!
Olaf Olsen tók samanum:
Veiðan í tonsum fyri allar Føroyar er farin frá gott 300.000 tonsum til 500-600.000 tons í 19 ár. Tey seinnu árini hevur tað svingað um 500.000 tons.
Útflutningsvirðið er farið frá 2,6 millia. kr. til 6,8 millia. kr. Man kann siga, at tað er farið frá trimum milliardum til 6 milliardir.
Pelagisk veiða
Hyggja vit eftir pelagisku veiðini, so hevur hon svingað nógv. Er farin frá gott 200.000 tonsum uppá 460.000, men fellur aftur niður á um 300.000 tons, men økist aftur til 469.000 tons.
Taka vit virðið, so sær tað heilt øðrvísi út. Har er virðið lægst í 1999 (84 millió. kr.), men liggur umleið 200 til 300 milliónir í fleiri ár, men fer upp um milliardina í 2011, og kemur uppá 1,5 milliardir í 2015.
Botnfiskur
Botnfiskurin sær aftur øðrvísi út. Hann fer frá gott 100.000 tonsum og uppá 160.000 tons, men fellur so aftur til 66.000 tons, men kemur so upp aftur um 100.000 tons tey seinastu árini.
Virðið á botnfiskinum byrjar á 616.000 milliónum, men kemur uppá 1,2 milliard í 2006, og heldur sær báðumegin eina milliard restina av tíðini.
Laksur
Laksur hevur aftur ein annan profil. Tað byrjar niðanfyri 20.000 tonsum, kemur uppá 40.000 í 2003, men fellur so aftur til 10.000 tons í 2006, men økist aftur til 67.000 tons.
Virðið á laksinum svingar eisini, er niðanfyri eina milliard til 2008, men fer tað tá at veksa, og kemur upp móti trimum milliardum.
Løgtingsins fíggjarlóg
Til samanberingar kann vísast á, at samlaða útflutningsvirðið av fiskavørum og løgtingsfíggjarlógin fylgjast rættiliga neyvt hesi árini.
Bert tey seinastu árini er útflutningsvirðið nakað størri enn upphæddin fyri fíggjarlógina, so landshúsarhaldið kostar nakað tað sama sum útflutningsvirðið av fiskavørum.
Føroyar nr. 29
Á einum korti frá World Fishing Exhibition í 2009 í Vigo í Spania stendur, at Føroyar eru nummar 29 av teimum 50 londum, sum fiska mest í heiminum. Í 1980- og 1990 árunum plægdu vit at liggja millum nummar 45 og 50. Í árunum 2001 til 2005 standa vit at veiða 515, 526, 621, 599 og 565 túsund tons. Kina liggur fremst við 16 til 17 milliónir tons, og Svøríki er nummar 50 við 312 til 256 túsund tonsum.
Grønland er ikki við, tí teir liggja um gott 100.000 tons um árið. Virðið á útflutninginum hjá Grønlandi liggur umleið uppá 2,2 milliardir til 3 milliardir kr um árið, og okkurt árið hevur útflutningur av fiskavørum verið 87%. Tað er sannlíkt, at hetta er umleið tað lutfallið fyri onnur ár eisini.
Framtíðar fiskivinnupolitikkur
Hesi tøl og hesir grafar, siga tey okkum nakað, sum vit kunnu útleiga nakrar niðurstøður um, og sum kunnu nýtast til ráðlegging av okkara fiskivinnupolitikki.
Vit síggja, at samlaða veiðan hjá føroyingum liggur uppá umleið 500.000 tons, og at hon er økt við umleið 60%. Samlaða útflutningsvirðið av veiðuni er farin frá umleið 3 til 6 milliardir kr. tað er ein øking uppá 100%. Tvs at virðið er vaksið í mun til veiðuna. Tað er ein jalig gongd, men kunnu vit halda fram við tí? Tað kunnu vit helst.
Pelagiska veiðan er farin frá umleið 200.000 tonsum til 400.000 tons. Ein øking uppá 100%. Útflutningsvirðið er farið frá umleið 200 mió. kr. til meira enn 1.200 mió. kr. Ein vøkstur uppá 600%. Um vit ikki kunnu halda ein slíkan vøkstur, so kann tað kortini vera gott. Men tað er óvist, um nøgdin kann halda sær á sama støði.
Botnfiskaveiðan liggur uppá báðu megin 100.000 tons og økist ikki. Útflutningurin er øktur frá umleið 700 mió. kr. til 1.000 mió. kr. Ein vøkstur uppá umleið 40%. Tvs at tað er torført at økja veiðuna, men virðið er økt nakað. Kann tað betrast? Kanska.
Laksurin hevur svingað nógv. Veiðan kom upp og fór so niður aftur, men vaks nógv frá 2007 og frameftir. Veiðan fimmdoblaðist, og tað gjørdi virðið eisini. Hvørt hon kann halda fram at økjast er óvist, men tað kann henda. Prísurin er í dag so góður, at ilt er at ímynda sær, at hann kann økjast nógv. Viðvíkjandi veiðuni ella framleiðsluni, so eru tað tekniskar forðingar, sum halda aftur, men tað hevur víst seg, at tøknin broytist so hvørt, tað er tørvur á tí.
At løgtingsfíggjarlógin og útflutningurin av fiskavørum fylgjast, kann vera áhugavert at síggja. Er tað av tilvild, ella er tað planlagt? Neyvan er tað planlagt, men jú meiri peningur er til taks, størri trýst vil vera at økja um almennu nýtsluna.
Fellur inntøkan frá fiskivinnuni, vil tað óivað verða ein stórur trupulleiki at halda almennu nýtsluni niðri. Vit vóna, at inntøkurnar ikki minka, men kunnu í minsta lagi halda sær á sama støði.
Taka vit saman um, so er
– Pelagiska vinnan í einari sera positivari gongd, og vit skulu vera varin við at vænta ov stóra framgongd har.
– Botnfiskurin liggur á einum jøvnum støði við nakað av vøkstri í virði. Hann hevur stóran týdning fyri virksemið á landi, og hevur tí størri týdning fyri arbeiðið á landi, hóast hann gevur lítið íkast til vinnuna á sjónum.
– Laksurin er ein spennandi vinna, sum hevur givið okkum eitt nýtt (fiska)bein at standa á, men har kunnu koma stór bakkøst.
Taka vit alt undir einum, so haldi eg, at tað sær ikki so myrkt út fyri samlaðu fiskivinnuni, og ein skal vera varin við at broyta ov nógv, tá ið tað gongur gott. Vit skulu minnast til, at tað gongur ikki altíð uppeftir, og tað gongur heldur ikki altíð niðureftir.
Tað eru óivað aðrir møguleikar fyri Føroyar. Eitt er, sum eg haldi átti at verið arbeitt við, og tað er at fáa størri samarbeiði við grønlendingar. Grønland er eitt størt land og hevur nógvar og stórar fiskigrunnar og stórt hav.
Um teimum vantar kapasitet (bæði á landi og sjógvi), so kunnu vit óivað bjóða teimum hjálp á fleiri økjum. Grønlendingar og føroyingar koma væl út av tí saman. Fiskiveiðan hjá Grønlandi hevur ligið uppá góð 100.000 tons í mong ár, og sum liggur á einum útflutningsvirði uppá 2,5 milliardir kr. Tað átti at verið fleiri ferðir so stórt, segði Olaf Olsen skipari og reiðari í áhugaverdari framløgu týskvøldið í Torravikuni í Miðhøllini á Skúlatrøð.