Teir báðir menninir, sum eru skuldsettir fyri drápsroynd á Íslandsvegnum í Havn, sita enn varðhaldsfongslaðir. Í síðstu viku møttu teir aftur í Føroya rætti, har støða skuldi takast til, um varðhaldsfongslingin skuldi leingjast ella ikki.
Eins og áður gekk fundurin fyri seg fyri læstum durum, so tí er lítið at frætta frá fundinum, ákærunum móti monnunum og verju teirra.
Miðlahúsið hevur tó fingið váttað, at varðhaldsfongslingin bleiv longd aftur hesa ferð, tó uttan at okkum er upplýst, hvussu leingi. Higartil eru teir tó varðhaldsfongslaðir fýra vikur afturat hvørja ferð, teir hava verið í rættinum.
Tað var beint eftir midnátt 6. mai, at ein maður bleiv álopin av fleiri øðrum við vegamóti Íslandsvegurin/Landavegurin í vesturbýnum í Havn. Hann var stungin fleiri ferðir og bløddi illa, og sum skilst høvdu menninir nýtt bæði knív, gággara og øks sum vápn
Sjúkrabilur og løgregla vóru skjót á staðnum, og maðurin bleiv fluttur á Landssjúkrahúsið.
Tveir mans vórðu handtikin og varðhaldsfongslaðir fyri álopið, meðan tveir aðrir vórðu handtiknir, men leyslatnir aftur.
Teir báðir ákærdu menninir vórðu handtiknir seinnapartin 6. mai og hava sitið varðhaldsfongslaðir síðani. Teir hava tí sitið skjótt fýra mánaðir í fongslinum.