Øksarálopið: Kundu fylgja blóðslóðini langa leið

Vatnið í vaskimaskinuni heima hjá tí ákærda var ljósareytt

Tveir mans miðskeiðis í 20'unum eru ákærdir fyri drápsroynd í tiltikna »øksarálopinum« í Havn í fjør. Ein maður fekk 300 pentir i kroppin, eftir at hann var álopin við goggara, øks og knívum. 

Rættarmálið ímóti teimum báðum ungu monnunum byrjaði í morgun, og fyri løtu síðani hevði ákærin framløgu. In.fo hevur fólk í rættinum at fylgja málinum.

Ákærin greiddi frá, hvussu teir báðir menninir vóru handtiknir eftir tilburðin. Løgreglan kundi fylgja blóðslóð einar 20 metrar eftir Íslandsvegnum, og ein knívur var funnin í urtagarði nærindis. 

Løgreglan fór heim til annan mannin, sum nú er á ákærubeinkinum. Hann lá og svav, men hevði koyrt klæðni í vaskimaskinuna. Vatnið í maskinuni var ljósareytt. Hin maðurin var eisini staddur í íbúðini, og hann var blóðdálkaður. DNA-kanningar staðfestu seinni, at talan var um blóð frá offrinum. 

Nakrar dagar seinni segði annar av teimum ákærdu, hvar øksin var, og løgreglan fann hana.

Ákærin vísti á álvaran í álopinum við at siga, at tann álopni maðurin hevði ikki yvirlivað, um hann ikki fekk akutta læknaliga viðgerð. 

Rættarmálið byrjar í dag. Tilsamans seks dagar eru settir av til rættarfundirnar, tveir hesa vikuna og fýra í næstu viku. Nevningating er innkallað til rættarmálið.