Krzysztof í starv hjá TB

Tað ljóðaði alla seinastu viku, og nú er tað ein veruleiki. TB hevur gjørt avtalu við frákoyrda HB-venjaran, Krzysztof Popczynski, um at hesin skal vera venjari hjá felagnum restina av hesum kappingarárinum.

- Í fyrsta umfari fevnir avtalan bert um tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum. Men vit hava avtala, at partarnir síðani taka upp samráðingar um komandi kappingarár, sigur Jóan Petur Olgarsson, formaður í TB.

Hann leggur afturat, at málið í fyrstu atløgu er at vinna seg upp millum tey bæði bestu liðini í 1. deild, soleiðis at uppflytingin til Formula-deildina kann gerast veruleiki. Eitt mál, sum tó ikki verður lætt at røkka, nú TB er 15 stig aftan fyri FSV, sum liggur nummar tvey. TB hevur tó ein dyst til góðar.

- Men í øðrum lagi er málið so sjálvandi eisini at byggja liðið upp til komandi ár, og vit ivast ikki eina løtu í, at nýggi venjarin er rætti maðurin til hetta, sigur Jóan Petur.