Kroatia flongdi russararnar

Fleiri av lyklaspælarunum spentu frá, tá ið Kroatia vann 33-25 á Russlandi

Tað er sannlíkt, at mótstøðuliðið hjá Danmark í EM hálvfinaluni í hondbólti fríggjadagin verður Kroatia. Í dag tryggjaði Kroatia sær við 33-25 sigri á Russlandi góða støðu undan síðsta umfarinum í miðbólki 2, sum verður í morgin.

Kroatia legði ógvuliga bragdliga fyri, og tað var skjótt, at spurningurin bara var, hvussu trivaligur sigurin fór at verða. Sum 1. hálvleikur leið, fótaði Russland sær eitt sindur, og hálvleiksstøðan var 16-11.

Eitt korter undan leikloki var munurin níggju mál, og tá settu fleiri av kroatisku lyklaspælarunum seg út á beinkin at rinda møðina og harvið at savna seg til stóru avbjóðingina, sum er á skránni í morgin. Tá skal Kroatia dystast við Pólland. Tað kann vera, at talan verður um avgerandi uppgerð um pláss í hálvfinaluni.

Tað valdast eisini, hvussu tað fer at laga seg, tá ið Pólland klokkan 19.15 í kvøld fer at spæla ímóti Svøríki, sum eisini hevur møguleika at røkka hálvfinaluni. Svøríki skal í morgin spæla ímóti Fraklandi.

Frakland, sum er favorittur at vinna bólkin, spælir í løtuni ímóti Hvítarusslandi. Felags fyri Hvítarussland og Russland, sum hittast í morgin, er, at tey ongan møguleika hava at røkka hálvfinaluni.