Krititiskir fjølmiðlar ella láturligir fjølmiðlar

   

Í Gestinum í seinastu viku peikaði blaðstjórin í Norðlýsinum á hvussu týdningarmikið tað var, at man fekk sær neyðugu vitanina, tá man setti sær fyri at føra kritiskan journalistik. Eg var púra samdur, og helt at hetta skuldi verið galdandi fyri allan journalistik. Nú hetta bleiv framborði í SVF, og sendingin bleiv endursend tvær ferðir, roknaði eg við at tíðindadeildin hjá somu støð, kanska fór at taka hetta til eftirtektar.
Men hvat hendur týskvøldi? Ein journalistur, sum eftir øllum at døma hevur mist alt samband við veruleikan, flýgur út í sína egnu fjølbroyttu dreymaverð, og roynir at gera eina gølu burturúr ongum - ja slett ongum sum helst. Eg fór veruliga at ivast í um viðkomandi journalistur var við sínar fullu fimm. Eitt handrit, var prógvi, Høgni Hoydal var banditturin og Føroya fólk var offur, hetta var ein søga um svik og ólevna.
Hyggja vit objektivt at prógvunum (hetta er eisini torført hjá mær, tí eg havi so ringt við at fata, at Tjóðveldisflokkurin kemur til niðurstøðuna um at halda fram, við at leggja kropp til slíkt óskil) so hava vit ein Landsstýrismann, sum hevur fyrireika seg til ein fund. Hann hevur fyrireika seg væl og professionelt, eisini um hvat sigast skal eftir fundin um leikur fór sum ætla. Men hesin journalistur fær á onkran løgnan hátt vent hesum til eina gølu, og tað er í mínari verð ein gøla. Eg vóni at leiðslan av tíðindadeildini tekur avleiðingarnar av hesum, og setur journalistin til uppgávur sum hesin megnar, tí politikkur er nokk ov torførur at skilja hjá viðkomandi.
Hetta skal ikki takast sum ein kritikkur av at SVF førir kritiskan journalistik, tí støðin hevur dugnaligar journalistar, sum megna hesa truplu uppgávu. Hetta er harafturímóti ein kritikkur av at ein journalistur, sum ikki megnar kritiskan journalistik sleppur at koyra eitt sovorði innslag í luftina, hatta er háðan av teimum dugnaligu journalistunum, sum verða settir í ringt ljós av hesum eina rotna súrepli.