Kritikkur hevur ikki altíð verið rættvísur

Henrik Larsen heldur ikki, at landsliðið hevur uppiborið allan kritikkin, sum liðið til tíðir hevur fingið. Men hann leggur samstundis dent á, at hann hevur trivist væl sum landsliðsvenjari hesi seinastu góðu trý árini

Tað var nóngv skrivað og sagt, tá Henrik Larsen á sumri 2002 gjørdist føroyskur landsliðsvenjari.
Tað varð sagt alment, at um danska felag hansara. Ølstykke, kundi vissa sær uppflyting undan seinastu dystunum, so skuldi venjarin alt fyri eitt koma til Føroya, men tað kom hann kortini ikki. Og tá hann so eisini byrjaði tilveruna sum landsliðsvenjari við at halda summarfrí í tvær vikur, kókaði yvir fleiri staðni.

Góð úrslit geva frið
Í august mánaði kom venjarin tó til landið, og efti teir báðar fyrstu dystirnar, mundu tey flestu kortini hava fyrigivið honum. Ein sigur á Liktenstein var eitt, men javnleikurin á Svangaskarði móti Skotlandi var nakað heilt annað. Og tað gjørdist ikki minni av, at Føroyar í veruleikanum høvdu sigurin uppibornan.
Júst tann dysturin var kanska eisini tað, sum millum manna púrasta broytti áskoðanina mótvegis nýggja landsliðsvenjaranum. Men hvussu stóran týdning heldur Henrik sjálvur, at hetta hevði fyri sín persón?
- Tað vórðu skrivað fleiri ting í miðlunum, og langt ífrá øll av hesum vóru røtt. Trupulleikin var, at eg hevði ein sáttmála í Ølstykke. Eg royndi at sleppa úr hesum, tá uppflytingin var veruleiki, men tað slapp eg ikki. Og sáttmálin við FSF byrjaði altso ikki fyrr enn 1. juli tað árið, so tað var ikki so øgiliga nógv at gera við tað.
- Men sjálvandi var tað týdningarmikið, at vit alt fyri eitt fingu somikið góð úrslit. Tað gevur altíð betri arbeiðsfrið, tá so er, so á tann hátt var úrslitið helst sera týðandi.
- Hinvegin, so setti eg nøkur mál, tá eg tók við, og tey allar flestu av hesum haldi eg meg eisini hava rokkið. Og tann partin eri eg nøgdur um í dag, og tað hevur so ikki gjørt tað verri, at vit hava spælt hampuliga góðan fótbólt til tíðir.
Men hevur tú kent teg órættvíst viðfarnan í føroysku miðlunum?
- Eg haldi ikki, at spælararnir altíð hava fingið ta viðurkenning, sum teir hava uppiborið fyri tað framúr arbeiði, sum teir hava gjørt. Ofta verður fokus flutt á tey skeivu tingini í spælinum, eins og fólk hava hug at síggja burtur frá, hvørjar fortreytirnar hjá føroyska landsliðnum eru. Her haldi eg, at føroysku miðlarnir ikki altíð hava havt nóg gott samband við veruleikan.
- Samstundis eru fleiri, sum koma við nøkrum heilt órealistiskum boðum um, hvussu tingini eiga at verða gjørd. Men tá tú so tosar við útlendskar venjarar, sum hava sæð okkara dystir - eitt nú Arsene Wenger og Brian Kerr - so halda hesir, at vit royna at spæla positivan fótbólt. Og so kann eg gott liva við, at tað eru nakrir av skrivandi miðlunum og okkurt lesarabræv, sum hevur eina aðra fatan.
Men alt hetta hongur kanska eisini saman við, at vit bara eru 48.000 fólk í hesum lítla samfelagnum?
- Ja. Tað er jú soleiðis, at øll kenna øll, og tað kann skapa eina rúgvu av tutli um ymisk mál. T.d. eisini málið um Toda. Eg hevði jú sagt, at eg skuldi hava Toda aftur á liðið, men tá hann endiliga var tøkur, so helt eg ikki, at hann var nóg væl fyri. Eg veit væl, at hann helt seg vera nóg væl fyri, men eg hevði eina aðra fatan.
- Men fyri meg var kjarnin í øllum tí málinum, at Todi kom aftur á landsliðið, og eg eri glaður um tað tíðina, sum eg kundi hava hann á landsliðnum. So fáa vit at síggja, um tað verður til meira landsliðsfótbólt hjá honum næsta ár, men eg lovaði at fáa hann aftur á landsliðið, og tað lyftið helt eg, sigur Henrik.

Ættarliðsskifti
Eitt annað av lyftunum, sum Henrik gav á sinni, var at eitt ættarliðsskifti skuldi gerast á landsliðnum. Navnabrøvini hjá fleiri spælarum vóru snøgt sagt ov gomul, og tí roknaði hann við, at hetta fór at verða neyðugt.
- Tað hevur so gingið hampuliga skjótt eisini. Ikki bara tí nýggir mans hava trokað seg framat, men eisini tí fleiri av teimum royndu hava sagt stopp so hvørt. Tað hevur so givið fleiri ungum spælarum møguleikan, og eg haldi, at tað hevur eydnast væl at fáa teir inn á liðið. Men hyggur tú at liðnum, so er kortini ein bulur av spælarum, sum hava verið við allan vegin, og so hava vit nógvar aðrar, sum eru í landsliðsmyndini, uttan at vera heilt fastir. Tað haldi eg eisini vera rætti mátin, tí so hevur tú aloftast avloysaran klára, tann dagin tørvur er á honum.
- Og tað helt eg eisini, at dysturin í gjár prógvaði. Súni, Todi og Jákup vóru allir skaddir, og vit hava so eisini mist John Petersen og Pól Thorsteinsson hetta seinasta árið, og tað setir stór krøv til avloysararnar, tá so er.

Haldið fram á leiðini
Tá tosið fellur inn á framtíðina hjá føroyskum fótbólti, so heldur Henrik, at tað fyrst og fremst ræður um at halda fram við arbeiðinum, sum er sett ígongd.
- Tað ræður um at spæla fótbólt og at læra at spæla fram eftir vøllinum. Sjálvandi skalt tú hava góðar verjuspælarar, men tú vinnur altso ikki ein dyst við at standa 90 minuttir í verjustøðu, fyri so at fáa ein einstakan kontramøguleika.
- Eg haldi eisini, at spælarunum hevur dámt at spælt upp á tann mátan, sum vit hava roynt. Vit hava skapt eina rúgvu av møguleikum í ymsu dystunum, og tað haldi eg vera positivt. Eisini hóast fleiri mál fóru ígjøgnum í hinum endanum.
Tosar tú við spælarar og fólk kring landsliðið, so sigst ein av stóru broytingum vera, at tú hevur givið nógv størri frælsi til tann einstaka. Hevur hetta eisini nakað við menningina at gera?
- Mín fatan er bara so, at vit hava alla tíðina við menniskju at gera. Tú kanst ikki fara við hvørki spælarum ella øðrum sum smáar nikkudukkur, sum bara skulu siga ja og amen. Tvørtur ímóti, so haldi eg tað vera sunt, um vit kunnu diskutera nøkur ting, soleiðis at tú meira úr hvørjum einstøkum. Tú kanst jú ikki fara eins við øllum, so ein javnvág skal finnast. Og hana haldi eg, at vit hava funnið.
Og so leggur venjarin afturat, at hann eisini hevur lært nógv at vera føroysku landsliðsvenjari.
- Heilt avgjørt. Og serliga haldi eg, at spælararnir hava gjørt tað lætt at vera venjari. Teir hava ein framúr hugburð, og vit hava hvørja ferð havt nakrar fínar venjingar.
- Hartil havi eg so eisini havt Jógvan Martin, sum er ein framúr venjari, afturat mær. Hann kennir hvønn einstakan spælara væl, og er taktist væl fyri, so eisini hann hevur lært meg eina rúgvu. So alt í alt, so havi eg verið væl nøgdur, haldi eg.
At enda. Hvussu sær framtíðin hjá Henrik Larsen út, nú tú gevst sum føroysku landsliðsvenjari?
- Eg vóni sjálvandi, at eg verði venjari onkrastaðni. Akkurát hvar tað verður, dugi eg ikki at siga her og nú, men ætlanin er so, at eg skal halda fram í venjarayrkinum, staðfestir Henrik Larsen at enda.