Kristoffur á odda fyri arbeiðsgevararnar

Gongd er nú av álvara komi í samráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini, ið skulu samráðast um nýggjar sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum.


Á heimasíðu síni upplýsir Vinnuhúsið, at partarnir hava í morgun handað krøvini til komandi sáttmálasamráðingarnar, ið eru aktuellar í samband við, at verandi sáttmálar fara úr gildi 1. mai. Tey fimm arbeiðarafeløgini, ið samráðst verður við fyrst, eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.


Á odda fyri samráðingarnar hjá privatu arbeiðsgevarunum hevur nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag sett Kristoffur Laksá, ið eisini er nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.


Eftir ætlan verður næsti fundur millum partarnar longu aftur hósdagin.