Kristoffur aftur í Chelsea

Ungi klaksvíkingurin Kristoffur Jacobsen, sum herfyri var og royndarvandi í Chelsea, er í hesum aftur í enska stórfelagnum og roynur seg.

Alt bendir á, at tað gekk væl hjá 16 ára gamla KÍ-leikaranum, Kristoffur Jacobsen, sum herfyri var og royndarvandi í enska stórfelagnum Chelsea úr London. Tað gekk ikki lang tíð eftir heimkomuna til Klaksvíkar, so vóru aftur boð úr London um, at Chelsea fegin vildi hava Kristoffur á vitjan enn einaferð.
Kristoffur fór til Onglands sunnudagin, og í dag gongur leiðin so heimaftur. Enn er nakað tíðliga at spáa um møguleikarnar hjá Kristoffuri fyri at fáa ein sáttmála við enska felagið, men at teir vilja hava hann at koma enn ein túr til London, kundi bent á, at áhugin fyri unga klaksvíkinginum er stórur í Chelsea.
Ein av ungdómsvenjarunum í KÍ, Eyðun Klakstein, var við á fyrra túrinum hjá Kristoffur í Chelsea, og hann er ikki bilsin av, at onglendingarnir sendu boð eftir honum aftur. - Tað gekk sera væl hjá Kristoffur undir venjing, og hann tóktist verða heilt væl fyri, sigur Eyðun Klakstein.