Áhugavert grønlendskt/ føroyskt tiltak verður í Filadelfia í Gøtu við grønlendskum og føroyskum sangi, ljósmyndum og talum. Tað er Juvel-manningin, sum skipar fyri. Í annaðkvøld klokkan 18 verður samkoman Filadelfia í Gøtu karmur um eitt grønlendskt/føroykst tiltak við sangi, ljósmyndum og talu.
Luttakandi boðannarkvinnur og -menn hava mannað Juvel II, sum aftur í summar vitjar í Norður-og Suðurgrønlandi við gleðiboðskapinum í talu og sangi. Umframt at lata eina bíbil til tey, sum onga eiga, fær hvør barnafamilja eina barnabíbil við myndum.
Heimabundin pløgg og onnur pløgg verða eftir førimuni latin teimum ið treingja.
Eldsálin í hesum fleiri ára gamla átaki í útnorði, Óli Steinberg, sigur frá og vísir myndir, meðan grønlendsku og føroysku sangfólkini Stella Johannesen, Sámal Poulsen, Dánjal Jacobsen og M.C. Restorff tóna sangir á báðum málunum.
- Skipað verður fyri nátturða eftir møtið. Sunnukvøldið í Filadelfia í Gøtu verður tískil føðsla til bæði likams og sálar ? og øll eru vælkomin, siga stigtakararnir.