Kristina Toftegaard Larsen tekur seg nú úr býráðnum í Fuglafirði. Hon ætlar í staðin at brúka sína politisku tíð í landspolitikki og at fyrireika seg til komandi løgtingsval.
45 ára gamla Kristina varð vald í Fuglfjarðar býráð á kommunuvalinum í 2008 við flest persónligum atkvøðum á kvinnulistanum, nevniliga 65. Kvinnulistin kom í samgongu eftir valið og hevur Kristina røkt sessin sum forkvinna í mentanarnevndini.
Kristina var eisini valevni fyri sjálvstýrisflokkin á seinasta løgtingsvali og fekk tá 110 persónligar atkvøður. Hon hevur sitið á løgtingi fleiri stutt skifti sum varafólk. Umframt hetta, røkir hon starvið sum stjóri á sjálvsognarstovninum Dugna.
Kristina Toftegaard Larsen fer á komandi fundi í býráðnum í Fuglafirði at takka fyri seg á hesum sinni.










