Kristina Hoydal vart ph.d. á VID Stavanger

Kristina Hoydal vardi fríggjadagin 4. oktober ph.d.-ritgerð sína á VID Stavanger um fysiskt umhvørvi og tøkni í búfelagsskapum fyri ung við niðursettum førleika. Kristina Hoydal er ergoterapeutur.

 

Hetta skrivar gransking.fo.

 

Verkætlanin kallast: “Hverdagsliv i bofelleskap for unge voksne med funksjonsnedsettelse – fysisk utforming, teknologi og praksis”

 

Sum siður er í Noregi byrjaði dagurin við einum royndarfyrilestri. Hesin kallaðist: ”I hvilken grad preges organisering og praksiser i bofellesskap av (dis-)ableisme og på hvilke måter kan dette forstås i lys av medborgerskapsforskning?”.

 

Síðani var sjálv verjan av ph.d.-ritgerðini, sum hevur heitið: ”Fysiske omgivelser og teknologi i bofellesskap for unge voksne med nedsatt funksjonsevne. En studie av praksiser i spennet mellom mennesker og materialitet”.

 

Á VID Stavanger hava tey lýst granskingina hjá Kristinu Hoydal soleðis:


Umhvørvið hevur týdning fyri gerandisdagin í búfelagsskapum

 

Tøkni kann geva fólki við breki fleiri møguleikar at taka lut í gerandisdegnum. Samstundis kann tøkni eisini vera ein forðing, vísir ritgerðin hjá Kristinu Hoydal. 

 

– Eitt dømi um, hvussu nýggj tøkni gjørdi tað truplari fyri íbúgvarnar at gera ting sjálvi, var nýmótans kókiplátur. Summir íbúgvar skiltu ikki, hvussu hesar skuldu brúkast. At skrúva eitt og eitt hakk, sum mann ger á eldri kókiplátum, er nógv meira ítøkiligt og lættari at skilja, sigur Kristina Hoydal.

 

Í arbeiðinum við doktararitgerðini var hon 200 tímar í trimum ymsum búfelagsskapum fyri at síggja, hvussu tað fysiska umhvørvið ávirkaði gerandisdagin hjá íbúgvunum. Búfelagsskapirnir høvdu starvsfólk alt samdøgrið, og íbúgvarnir vóru ung millum 18 og 30 ár við miðal til álvarsamt niðursettum førleika. Úrslitini vísa, at umhvørvið ávirkaði bæði, hvat virksemi íbúgvarnir kundu gera, og hvussu hetta kundi gerast.

 

Arkitektururin stýrir máltíðarvanunum

 

Kristina Hoydal deilir tað fysiska umhvørvið upp í tríggjar bólkar. Tann fyrsti er snið og arkitekturur.

 

– Arkitektururin ávirkaði millum annað, hvussu máltíðirnar fóru framd. Í tí eina búfelagsskapinum høvdu íbúgvarnir egnan køk og avmarkaða atgongd til felagsøki. Har gjørdu tey mat í egnu íbúðini. Í einum øðrum búfelagsskapi høvdu íbúgvarnir bert tekøkar, men lætta atgongd til stóran felagskøk. Har vóru felags máltíðir, har íbúgvarnir tóku lut í at fyrireika og planleggja døgurðan, sigur hon.

 

Kristina Hoydal er áhugað í, hvørji virði stinga seg upp í samspælinum millum íbúgvarnar og umhvørvið. At hava egnan køk gav íbúgvunum fleiri møguleikar fyri sjálvbjargni, men samstundis avmarkaði tað felagsskapin við hinar íbúgvarnar.

 

Klára ikki sjálvi at tendra ljósið

 

Ein onnur síða av tí fysiska umhvørvinum hjá íbúgvunum er tað, hon kallar smáskalatøkni. Hetta kann vera teknisk hjálparamboð sum koyristólar ella elektroniskur armur til at eta við, men eisini til dømis hvítvørur ella fartelefon.

 

Kristina Hoydal fann út av, at slík tøkni kann geva størri møguleikar fyri virksemi, men eisini gera tað truplari fyri íbúgvarnar at klára ting sjálvir, sum í døminum við nýmótans kókiplátum.

 

– Eitt annað dømi er stýringarpanel, ið stýra ljósinum. Tey kunnu fyri summar íbúgvar vera truplari at brúka enn vanligar ljósknøttar, sigur hon. Í kanningini vísir hon til eitt dømi, har “Ari” hevði eitt stýringarpanel, sum var ov trupult fyri hann at brúka. Úrslitið var, at hann ofta antin sat í myrkri ella læt ljósið vera tendrað alla tíðina.

 

Loysa trupulleikar við klistribandi og lyklabandi

 

Ein triðja síða av tí fysiska umhvørvinum er tað, Kristina Hoydal kallar tilvildarlig ting. Hetta kann vera alt frá tómum fløskum til lyklaband, ið verður brúkt til at loysa praktiskar avbjóðingar. Tá “Ari” ikki kláraði at brúka stýringarpanelið, varð trupulleikin loystur við, at eitt starvsfólk setti smáar bitar av klistribandi á knøttarnar og skrivaði einfaldar leiðbeiningar sum "tendra loft". Ein slík lítil tillaging gjørdi “Ari” meira sjálvbjargnan og økti um kensluna av meistran.

 

Í sínum arbeiði í búfelagsskapunum upplivdi Kristina Hoydal nógv dømi um, hvussu starvsfólk brúktu lutir á ein skapandi hátt fyri at fáa gerandisdagin at rigga. Tómar fløskur settar á hurðahondtak gjørdust ein fyribils fráboðanarskipan. Eitt akslatræ varð brúkt til at hanga eina posa við flótandi føði upp, so íbúgvin kundi sita saman við hinum undir máltíðunum. Eitt lyklaband gjørdist loysnin, tá festiskipanin til ein elektriskan koyristól ikki virkaði, sum hon skuldi.

 

Tilvildarligir lutir eru ein týðandi partur av tænastuni

 

Kristina Hoydal heldur, at hetta kanska er tað týdningarmesta úrslitið: Hvussu tilvildarligir lutir saman við skapandi evnum hjá starvsfólkunum kunnu vera avgerandi í støðum, har tað er ósamsvar millum umhvørvið og tørvirnar hjá íbúgvunum.

 

– Eg kalli tað “å tinkre (at smíðja)”, úr enska orðinum tinkering, sum merkir at bøta ella tillaga ting. Starvsfólkini mugu kanna møguleikar í umhvørvinum og brúka tað, tey hava, fyri at finna loysnir og fáa gerandisdagin at rigga. Hetta er ein týdningarmikil, men ofta ósjónligur partur av tænastuni, tey veita. Tað verður sjáldan skrivað niður í journalirnar og verður ikki nevnt í politiskum skjølum, sigur hon. Starvsfólkini “smíðaðu” og stuðlaðu upp undir, at virði sum trygd, sjálvsavgerðarrættur og felagsskapur vórðu hildin í hevd fyri íbúgvarnar.

 

Mælir til smidligar loysnir

 

Kristina Hoydal heldur, at hennara gransking vísir, hvussu týdningarmikið tað er at hava smidligar loysnir í búfelagsskapunum.

 

– Um bygningar og tekniskar loysnir kunnu brúkast á fleiri mátar og tillagast hvønn einstakan íbúgva, gevur tað fleiri møguleikar fyri, at íbúgvarnir kunnu liva í samsvari við síni egnu ynskir og tørvir, leggur hon dent á. 

 

Í politiskum skjølum stendur, at starvsfólkini skulu fylgja við í møguligum heilsubroytingum hjá íbúgvunum.

 

 – Eg haldi, at tað eisini er týdningarmikið, at starvsfólkini læra at síggja møguleikar í umhvørvinum, soleiðis at tey kunnu loysa tær avbjóðingar, sum uppstanda í samskiftinum millum íbúgvarnar og umhvørvið, sigur hon at enda.

 

Hilde Thygesen, professari á OsloMet, hevur verið høvuðsvegleiðari, og Inger Marie Lid, professari á VID vitenskapelige høgskole í Stavanger, hevur verið hjávegleiðari, skrivar gransking.fo.


Í metingarnevndini vóru

Sylvia Söderström, professari á NTNU

Snæfríður Thóra Egilson, professari á Háskóla Íslands

Jan Marius Gathen, fyrstiammanuensis á VID

 

Oddgeir Synnes, professari á VID leddi verjuna.

 

Les meira um verkætlanina her

 

Kristina Hoydal starvast sum høgskolelektor á Institutt for helse á VID.

 

Á myndini er Kristina Hoydal í miðjuni saman við metingarnevnd og vegleiðarum.