Kristina Háfoss á ting

Mikudagin 5 oktobur tók Kristina Háfoss sæti á tingi fyri Høgna Hoydal, sum hevur biðið um farloyvi frá 5. til 17. oktober.
Kristina Háfoss er cand.polit í búskaparfrøði, og cand.jur í løgfrøði, hon starvast í Landsbanka Føroya. Hon var tann sætti valdi á lista Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymi til løgtingsvalið 2004.
Kristina Háfoss var vald á tíng í 2002 og sat til løgtingsvalið í 2004