Kristina Háfoss: Hvat vil Sambandsflokkurin?

Ynskir Sambandsflokkurin at førdur verður ein varligur fíggjarpolitikkur, er neyðugt at hildið verður aftur við útreiðslunum. Ynskir Sambandsflokkurin ein sjálvberandi føroyskan búskap, er neyðugt at gera búskapin óheftan av danska ríkisstuðlinum. Men seinastu útsagnirnar frá Sambandsflokkinum bera hvørki brá av varligum fíggjarpolitikki ella einum ynski um sjálvberandi búskap - hvat vil Sambandsflokkurin?

Vil hava fleiri og færri rakstrarútreiðslur
Næstformaður Sambandsfloksins - Alfred Olsen - gjørdi týsdagin í Útvarpi Føroya greitt, at rakstrarútreiðslur landsins vóru ov stórar. Samstundis segði hann, at tað var ein vanlukka at ríkisstuðulin varð skerdur, tí tørvur var á m.a. at nýta henda til at økja rakstrarútreiðslurnar.

Fleiri íløgur - hóast búskaparstøðu og stórar íløgur
Somuleiðis gjørdi næstformaðurin greitt, at tørvur var á fleiri íløgum - eitt nú á heilsu- og ellisøkinum. Hesi bæði økini verða raðfest sera ovarlaga á komandi fíggjarlóg, men hóast hetta, metir næstformaðurin, at vit skuldu nýtt ríkisstuðulin til at gjørt enn fleiri íløgur á hesum økjum. Hetta samstundis sum stórur mangul er uppá arbeiðsmegi í byggivinnuni og at íløgukarmurin er størri enn áður.

Nýta blokkin og spara hann upp ísenn
Men tað mest ótrúliga var, at samstundis sum tær 366 mió. kr., sambært næstformanninum, skuldu verið nýttar til øktar rakstrarútreiðslur og fleiri íløgur, ja, so skuldi tær samstundis setast til viks til verri tíðir.

Kreativ bókføring neyðug
Eisini hevur Sambandsflokkurin gjørt seg til talsmann fyri, at skerjingin í ríkisstuðulinum skuldi verið nýtt til framtíðar pensiónsskipan ella niðurgjalding av skuld, men ongin ivi er um, at Sambandflokkurin má nýta kreativa bókføring, um tær 366 mió. kr. skuldu verið nýttar bæði til uppsparing, pensiónsskipan, niðurgjalding av skuld, øktar rakstrarútreiðslur og fleiri íløgur v. m. Inntøkurnar á fíggjarlógini kunnu nevnliga bert nýtast einaferð um árið.

Hvat vil Sambandsflokkurin ?
Sambandsflokkurin hevur ferð eftir ferð gjørt greitt, at hann vil arbeiða til frama fyri varligum fíggjarpolitikki og einum sjálvberandi føroyskum búskapi. Hetta reisir nakrar áhugaverdar spurningar.
Skal ríkisstuðulin ikki miðvíst slúsast út úr føroyska samfelagsbúskapinum í bestu tíðum - nær skal hetta so henda ?
Metir Sambandsflokkurin at rætt er at økja rakstrarútreiðslur landsins meira enn tær 182 mió. kr. komandi ár (í mun til fíggjarlógina 2002) - serstakliga tá hugsað verður um, at rakstrarútreiðslur landsins eru øktar við um 800 mió. kr. seinastu 4 árini ?
Metir Sambandsflokkurin ikki, at hægri raðfesting av eldra-, serforsorgar-, heilsu-, útbúgvingar- og granskingarmálum á komandi fíggjarlóg eru rættar raðfestingar ?
Metir Sambandsflokkurin tað verða rætt at íløgur verða gjørdar fyri meira enn tær 260 mió. kr. frá almennari síðu - sjálvt um byggivinnan í Føroyum hevur stóran tørv á arbeiðsmegi og tað almenna harvið er við til at økja prís- og lønarstøðið óneyðugt ?
Hetta eru bert nakrir av teimum spurningum, ið kundu verið áhugaverdir at fingið svar uppá.

Tí møguligt er "ikki bæði at blása og at hava mjøl í munninum". Ynskir Sambandsflokkurin ein sjálvberandi búskap - eins og samgongan - er neyðugt hjá Sambandsflokkinum eitt nú at taka undir við, at gera føroyska búskapin alsamt meira óheftan av danska ríkisstuðlinum.

Kristina Háfoss
Framsøgufólk Tjóðveldisfloksins í fíggjarmálum