Kristina Bærendsen skal luttaka í íslendska Grand Prixnum 2019, sum verður í næstum. Lagið eitur Ég á mig sjálf, og tað eru íslendsku Valgeir Magnússon og Sveinn Rúnar Sigurðsson, sum hava gjørt lagið.
Í samrøðu við Kringvarp Føroya sigur hon, at hon ikki er von við at syngja løg sum hetta. Henni dámar væl lagið, men hevur ikki tær størstu vónirnar um at koma víðari til finaluna. Hoyr lagið HER.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Kristina Bærendsen er við í íslendska Grand Prixnum, tí í 2017 luttóku hon og Páll Rósinkranz saman, har tey sungu vakra sangin "Eg og Tú”. Tað eydnaðist teimum ikki at koma í finaluna, men sangurin hevur verið nógv at hoyrt í Føroyum síðan tá.
Undankappingarnar til íslendska Grand Prixið vera 9. og 16. februar, og finalan verður 2. mars.










