Hóast meirilutin í Tvøroyrar býráð hevur tikið tilsøgnina, sum gav Kristini Michelsen loyvi at sita sum borgarstjóri og løgtingslimur, aftur, eru eingi tekin til, at Kristin Michelsen ætlar at siga annan sessin frá sær.
Í skrivi til miðlarnar í dag endurtekur Kristin Michelsen tað, sum hann áður hevur sagt, at Heilsu- og Innlendismálaráðið er ógegnigt í málinum. Hann ætlar sær tí ikki at eftirlíka áheitanini hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum um at velja millum sessirnar báðar.
Kristin Michelsen hevur leitað sær løgfrøðiliga hjálp og vil vera við, at eitt býráð ikki hevur rætt at taka eina slíka tilsøgn aftur, tá hon er givin. Hann sigur, at eins og at ein borgarstjórur er valdur fyri eitt valskeið at gangin og ikki kann skiftast út, er loyvi at lata borgarstjóran sita í løgtinginum eisini galdandi fyri alt valskeiðið og kann tí ikki takast aftur.
Kristin Michelsen undrast á, at hann ikki hevur fingið nakra hoyringsfreist frá Heilsu- og innlendismálaráðnum, at tey als ikki hava roynt at hoyrt hann yvirhøvur. Hetta er eitt greitt tekin um teirra ógegni, heldur borgarstjórin á Tvøroyri.
Ein onnur orsøk til, at hann metir at Heilsu- og innlendismálaráðið er ógegnigt at viðgera málið, er at leiðarin í Kommunala Eftirlitinum, og deildarstjóri í Heilsu- og innlendismálaráðnum, Hilmar Høgenni, longu í 2017 úttalaði seg til fjølmiðlarnar um málið og gav sína meining til kennar.
Hóast hetta hevur hann nú svarað Kommunala Eftirlitinum, sum rykti hann eftir einum svari um hvønn sess hann velur. Hann vil tó fyrst hava Kommunala Eftirlitið at viðgera, um slíkar samtyktir, tað vil siga samtyktin hjá einum býráð at lata borgarstjóran vera løgtingsmann, kunnu takast aftur ella um tær eru galdandi alla setuna hjá borgarstjóranum.
Spurningurin er so, um málið yvirhøvur verður endaliga avgreitt, fyrr enn næsta løgtingsval hevur verið, sum verður í seinasta lagi 31. august.










