Sambært kommunustýrislógini, so kann borgarstjóri ikki hava annað starv umframt borgarstjórastarvið. Tó kann kommunustýri loyva hon at sita í øðrum fólkavaldum starvi, sum eitt nú sum løgtingsmaður.
Í løtu eru tveir borgarstjórar á tingi. Umframt Kristin Michelsen situr Heðin Mortensen, núvaldur borgarstjóri í Havn, eisini á tingi. Men hann hevur boðað frá, at hann leggur tingsessin frá sær, eins og Annika Olsen eisini hevur gjørt seinastu fýra árini.
Skráin fyri býráðsfundin klokkan 19 í kvøld er hendan:
- Umsókn frá Borgarstjóranum samb. §6, stk.2, 5. pkt. í kommunustýrislógini.
- Dagføringar av kommunustýrisskipanini fyri Tvøroyrar kommunu.
- Val av nevndarlimum samb. §30-34 í kommunustýrisskipanini fyri Tvøroyrar kommunu.
- Val av dátuverndarfólki.