Býráðið á Tvøroyri hevur í dag aftur viðgjørt spurningin um, hvørt Kristin Michelsen skal sleppa at sita sum borgarstjóri í kommununi og sum tingmaður samstundis. Áður hevur býráðið givið borgarstjóranum tilsøgn til at sleppa at røkja báðar sessir. Men nú er tilsøgnin tikin aftur.
Tað merkir so, at Kristin Michelsen sjálvur má velja, hvønn sess hann ætlar sær at røkja. Meirilutin í býráðnum á Tvøroyri førdi á fundinum í dag fram, at Tvøroyrar kommuna er so mikið stór og hevur so nógvar avbjóðingar, at tað er alneyðugt at hava ein borgarstjóra, sum er fulla tíð og ikki hevur annað at hugsavna seg um enn júst kommununa. Meirilutin í hesum førinum eru Bjarni Hammer, Bogi Johannesen, Súsanna Bertholdsen og Kristina Roest.
Minnilutin, tað er Anita Viðbergsdóttir Mortensen og Alvi Mortensen hildu hinvegin, at tað er gott fyri Suðuroynna at hava umboð á tingi og serliga í løgtingsins fíggjarnevnd, har Kristin Michelsen situr í dag. Tey hildu tað ikki vera til nakran fyrimuns fyri Suðuroynna, at Kristin Michelsen verður biðin um at frávelja annan sessin. Tey vístu á, at fyri Suðuroynna er einki vunnið í, at varamaðurin hjá Kristin Michelsen á tingið, Hilbert Elisson úr Vestmanna, tekur sæti á Løgtingið heldur enn borgarstjórin á Tvøroyri.
Kristin Michelsen hevur verið í feriu síðani 5. desember, og á fundinum í dag varð boðað frá, at hann tekur við sum borgarstjóri á Tvøroyri aftur 1. januar. Hann var sostatt ikki til staðar á fundinum í dag.