Kristin kroyst millum forfylging og líkasælu

Kjak á Rás2 um støðuna hjá kristnum í dagsins samfelagi

Nógvastaðni kring heimin verða kristin forfylgd, og á kjaksending í Rás2 í dag, fara Heini í Skorini, sum tók stig til at fáa rithøvundan, Klaus Wivel til Føroya, og Heri Joensen, limur í felagnum Gudloysi, at kjakast um evnið saman við Óla Breckmann, sum leggur sendingina til rættis.

 

Í sendingini, sum verður klokkan 16 í dag, verður ein roynd gjørd at lýsa støðuna og hugleitt verður um, hvussu Vestanlond kundu hjálpt til at steðga sorgarleikinum. 

 

- Tey kristnu eru mest forfylgdi minniluti í ikki-kristnum, serliga muslimskum, londum, sigur Óli Breckmann.

 

- Í fyrilestri í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið greiddi danski tíðindamaðurin, Klaus Wivel, hjá Weekendavísini í Washington, USA, frá hættisligu støðuni hjá kristnum í londum, har tey eru minniluti. 

 

- Kristin verða forfylgd, jagstrað burtur og dripin frá hond, serliga í Miðeystri, men eisini í Kina, Norðurkorea o.ø. londum við harðrendum stýri.

 
- Bert í Miðeystri eru milliónir av kristnum týnd ella rikin í útlegd hesi seinastu árini. Teirra ognir og rættindi eru púrgjørd, meðan myndugleikarnir í frægasta lagi venda blindu lið til.

 
- Í fleiri londum er støða teirra kristnu í dag lítið frægari enn í gamla Róm, tó uttan leyvur o.o. villini djórskræða tey sundur  í Colloseum, har fjøldin sat við vínkrukku millum beinini, klappaði og geylaðu rakstrarróp.

 
- Vesturlendskir fjølmiðlar og politikarar mestsum tiga henda sorgarleikin burtur, ”meðan altjóða kongressin dansar, tað eru serliga ST og altjóða felagskapir av kulturradikalum humanistum, sum annars látast at vilja verja øll mannarættindi”, sum Óli Breckmann tekur til.

 
- Meðan hesin deyðadansur fer fram, minkar talið á fólki í Vestanlondum við ferð, sum siga seg vera trúgvandi  kristin. Í eitt nú Bretlandi sigur skjótt bert annað hvørt fólk seg vera kristið, meðan talið á muslimum vekstur við ferð.

 
- Í USA eru tey kristnu komin undir  trýst á øllum mótum, serliga eftir at Obama-stjórnin tók við í 2009 og ger alt í sínari makt til at skunda undir avkristnanina av samfelagnum.  

 
- Endiliga hava tó mannarættindarfelagskapir sum Amnesti International og Human Rights Watch tikið sær um reiggj og átalað forfylgingina av kristnum.

 
Óli Breckmann vísir á, at eitt átak í hesum vaksandi mótmælum, er nýggja  bókin hjá Wivel, Den sidste nadver.