Kristin Johansen á øðrum plássi

Kristin Johansen í Vestmanna fekk ein hemara við Kirkjubønes mikudagin 22. februar. Hann vigaði 150 kg og var 245 cm langur.

Við hesari vektini liggur hann á øðrum plássi í hemarakappingini, sum endar 1. mars 2006.

Teir høvdu roynt við hælin á Hesti í umleið ein tíma. Har var eydnan ikki við teimum, hóast tað er góð hemara leið. Síðan gekk leiðin móti kirkjubønesi. Tað bleiv kasta út við bø boðarnar. Og tá teir høvdu dyrgt í ein tíma var fast í einum hemara.

Tað gingu 2 tímar og 10 minuttir, áðrenn teir høvdu hemaran at borðinum og fingu lívið av honum.