Kristiliga Sangkórið seksti

Eitt av elstu kórunum í Før­oy­um, Kristiliga Sangkórið, fyll­ir í ár 60 ár. Í hesum sam­bandi hevur kórið verið utt­an­lands­ferð í Onglandi, og leyg­ar­dagin 12. oktober verð­ur føð­ing­ar­dag­ur­in há­tíð­ar­hild­in í Ø­strøm við fram­sýn­ing og konsert.

Kristiliga Sangkórið, sum er eitt fýra­raddað blandað kór, varð sett á stovn í 1953, og heldur sostatt sín 60 ára føð­ing­ar­dag í ár. Hetta hev­ur mill­um annað ver­ið há­tíð­ar­hild­ið við eini song­ferð utt­an­lands, eins og føð­ing­ar­dag­urin nú verður hildin í Før­oy­um.
Í fyrstu atløgu gekk leið­in til Onglands, har kórið 9. juni sang við føroyska guðs­tæn­astu í donsku kirkuni, sum liggur í St. Katharine’s Pre­c­i­nct í London. Hend­an Guðs­tænastan kom í lag í sam­starvi við Før­oy­ing­a­fel­ag­ið í London.
Ein av mannligu limunum í Krist­i­liga Sangkórinum, Heri Jo­en­sen, sókn­ar­p­rest­ur í Havn, helt prædikuna hend­an dag­­in. Har­um­framt hevði Han­­us Joensen, ið stjórnar Krist­­i­­liga Sang­kóri­num, urg­u­­fylg­­­i­spæl­ið und­ir guðs­tæn­ast­uni. Dag­in eft­ir gekk leiðin til kenda víking­a­býin York í Norður-Onglandi, har kór­ið tveir dagar seinni sang Sct. Helen’s Church. Eins og í Lond­on var framførslan í York í føroyskum búna.
Nú er túrurin so kom­in til at hátíðarhalda føð­ing­ar­dagin her heima. Leyg­ar­dag­in 12. oktober verður jubil­e­u­m­s­til­tak í Østrøm, har dag­ur­in byrjar klokkan 15 við fram­sýn­ing, og síðani verður kons­ert klokkan 17.