Keypmannahavn:
”En mandschauvinists bekendelser”. Skyggjandi gula heitið á vælumtóktu bókini hjá svenska rithøvundanum Lars Einar Engstrøm kemur undan úr stóru leðurtaskuni. Tað er torført at misskilja høvuðsboðskapin í bókini. Kvinnur skulu vera á varðhaldi fyri monnum, tí teir bakka hvønn annan upp og halda kvinnur niðri í vinnulívinum.
At nýggja forkvinnan í Javnstøðunevndini Kristianna Winther Poulsen hevur eina bók um kynsójavna í viðførinum hjá sær, nú hon skal til Brússel í arbeiðsørindum fyri Granskingarráðið, kemur valla óvart á tey, sum standa Kristionnu nærmast.
- Síðan eg var heilt ung, havi eg havt stóran áhuga fyri javnstøðuspurningum. Eg havi kortini ikki havt nakra ”vekinga” uppliving, har eg fann frelsuna eitt ávíst tíðspunkt. Men alt ov eintáttaðar kynsrollur, har eitt nú at veikar hjálparsleysar passivar kvinnur má verjast, meðan sterkur og ágrýtin maður kemur upp í leikin og tekur ábyrgd, hava frástoytt meg frá tí at eg var tannáringur, greiðir Kristianna Winther Poulsen frá.
Dreymastarv
Tað sæst á øllum brøgdum, at nýggja forkvinnan í Javnstøðunevndini brennir fyri uppgávuni, henni er latið upp í hendið. Hon tosar skjótt og eldhugurin glógvar í eygunum, tá eg biði hana greiða nærri frá, hví tað er ein dreymauppgáva hjá henni at standa á odda fyri Javnstøðunevndini:
- Hóast talan er um eina fantastiska stóra avbjóðing, so er tað ein dreymauppgáva at sleppa at standa á odda fyri Javnstøðunevndini. Hinvegin fái eg eitt sindur ilt í búkin, tí í fleiri ár havi eg kunnað kjaftað upp uttan at standa til svars fyri nøkrum, men nú havi eg brádliga veruliga møguleikan fyri at gera nakað við støðuna, fortelur hon flennandi.
Menn við búki
Tað eru 14 ár síðan, at Javnstøðunevndin fór at virka í Føroyum. Arbeiðið hjá nevndini fevnir rættiliga breitt. Ov breitt heldur onkur. Umframt at tryggja at javnstøðulógin verður hildin, ráðgeva myndugleikum, stovnum og einstaklingum í javnstøðuspuringunum, er Javnstøðunevndin eisini kærumyndugleiki. Fyrrverandi forkvinnan í Javnstøðunevndini Annika Wardum Joensen heldur tað er týdningarmikið fyri javnstøðuarbeiðið í Føroyum í framtíðini, at tað verður skilt ímillum upplýsing um javnstøðu og viðgerðir av kærum.
- Tað hevði verið fyrimunur fyri arbeiðið, um vit høvdu ein stovn, ið arbeiddi við upplýsing og ymiskum átøkum, og eina kærunevnd – fólkað við løgfrøðingum - sum tók sær av kærumálum, vísir hon á.
Nývalda forkvinnan í Javnstøðunevndini ásannar eisini, at virksemið hjá Javnstøðunevndini fevnir víða, og at hetta virksemi setir ymisk krøv til førleikarnar hjá nevndini. Hon er púra samd í metingini hjá Anniku Wardum Joensen, tí serliga kærurnar krevja løgfrøðiligan kunnleika.
Men úr rúgvuni av virkisøkjum hjá Javnstøðunevndini, hvørji eru so hjartamálini hjá nýggju forkvinnuni komandi árini ?
-Heilt yvirskipað merkir javnstøða, at kvinnur og menn hava møguleika fyri at velja tað lívið, tey ynskja. Eg haldi, at vit liva í einum ov konservativum landi í so máta. Eitt sindur argandi ber til at staðfesta, at vit hava nógvar tilkomnar menn við búki, høgari pannu og í myrkum klædningum, sum sita, har politiska og peningaliga maktin er í føroyska samfelagnum. Og vit hava alt ov fá konufólk, sum sita sama stað.
-Tí er eitt av mínum hjartamálum at arbeiða við at fáa kvinnur meira sjónligar og talríkar, har politiskar og vinnuligar avgerðir verða tiknar. Persónliga haldi eg, at vit eiga at stremba eftir 50% av hvørjum kyni í politikki. Sjálvt um vit kunnu vera glað um tær mongu kvinnurnar, sum vórðu valdar í januar í ár, eiga vit ikki at halda, at nú er slottið vunnið. Fyri at fáa meira fokus á javnstøðu í vinnulívinum hava vit tosað um at heita á fyritøkur um samstarv um eitt slag av ’javnstøðu’ roknskapi, sum vit í dag hoyra um, at fyritøkur í øðrum londum hava etiskan roknskap og grønan roknskap. Og so er tað sjálvandi ein meira yvirskipað upplýsing um, at javnstøða er ein ’win-win’ møguleiki. Ein stór avbjóðing er at selja hetta økið soleiðis, at tað frástoytir so fá sum gjørligt.
Viðkomandi royndir
Í mong ár var tað landsstýrismaðurin í almannamálum, sum setti formannin í Javnstøðunevndini. Seinasta valskeið varð javnstøðuøkið flutt undir Vinnumálaráðið. Spurd, hví valið fall á Kristionnu Winther Poulsen, svarar landsstýriskvinnan í vinnumálum Bjørt Samuelsen:
-Eg hevði fleiri góðar kandidatar at velja ímillum. Kristianna Winther Poulsen varð vald, tí hon hevur sera viðkomandi royndir at røkja sessin sum forkvinna í Javnstøðunevndini, og hevur prógvað sannan eldhuga fyri javnstøðu. Eg meti eisini Kristionnu hava dirvið at vera ein rødd, ið hoyrist, og tað er sera umráðandi í hesum sessi.
Fyri nøkrum árum síðan boðaði ST frá, at ein av størstu hóttanum móti nútíðar fólkaræði er vantandi umboðanin av kvinnum. Av teirri orsøk fór stovnurin undir at halda provtøkur – sonevndar CEDAW Examinations - fyri at fáa kanna nærri, hvussu væl kvinnur eru umboðaðir í teimum ymisku londunum. Í seinastu próvtøkuni hjá ST dumpaðu Føroyar við eitt brak.
CEDAW provtøkurnar eru ikki nakar óroyndur lutur fyri nývaldu forkvinnuna í Javnstøðunevndini. Í 2002 luttók Kristianna Winther Poulsen í CEDAW Examination í ST í New York, og hon skrivaði fyrstu føroysku CEDAW frágreiðingina í 2004. Í hesum tíðarskeiðið var Annika Wardum Joensen forkvinna í Javnstøðunevndini:
- Eg eri sera fegin um valið av Kristionnu Winther Poulsen, sum eg samstarvaði við, tá hon arbeiddi sum fulltrúi í m.ø. javnstøðumálum. Hon var bæði áhugað og virkin, og eg hefti meg við hennara evnir at hyggja objektivt uppá støður og mál. Tað er ein góður eginleiki í javnstøðumálum, sum ofta kunnu vera kensluborin, heldur Annika Wardum Joensen.
Spurningurin um javnstøðu í Føroyum hevur í nógv ár fyrst og fremst snúð seg um at bøta um viðurskiftini hjá kvinnum í politisku skipanini, vinnulívinum og á arbeiðsmarknaðinum. Seinastu árini eru kortini broytingar at hóma, tí av og á verða rættindi hjá monnum havd á lofti. Tað er serliga spurningurin um foreldrarættin, sum hevur fingið fleiri mannfólk upp úr stólinum, tí teir kenna seg at vera fyri mismuni.
- Eg haldi, at eitt týdningarmikið øki at seta fokus á, eru rættindini hjá pápum til síni børn, tí hesi eru eftir mínum tykki ikki nóg góð í dag, slær Kristianna Winther Poulsen fast.
Demokratia halda fram
Undan løgtingsvalinum tann 19.januar í ár vóru fáar tíðindasendingar ella blaðútgávur, sum ikki á ein ella annan hátt umrøddu spurningin um javnstøðu. Tú kanst næstan siga, at tað í sær sjálvum gjørdist eitt evni í valstríðnum, hvussu kvinnur fór at megna at koma inn um tinggáttina. At so stór umrøða var um kvinnuumboðanina í løgtinginum komst ikki minst av lobby-arbeiðnum hjá Demokratiu.
Nýggja forkvinnan í Javnstøðunevndini er fegin um arbeiðið hjá Demokratia. Hon er av teirri áskoðan, at eitt samfelag í 21. øld eigur at hava nøkulunda sama tal av konufólki og mannfólki, har politiskar avgerðir verða tiknar. Eisini heldur hon tað vera eina samfelagsuppgávu at virka fyri hesi javnvág í politisku umboðanini
- Demokratia er eitt gott og neyðugt átak í royndunum at ávirka hendan hugburð, soleiðis at tað ikki longur verður ein ónáttúrlig sjón at síggja konufólk luttaka, har politiskar avgerðir verða tiknar. Hóast minimala fígging og nógv rumbul úr løgtinginum hevur Demokratia við sínum tiltøkum á ein positivan hátt og uttan grenj megnað at sett fokus á hetta økið. Úrslitið av arbeiðnum hjá Demokratia er, at nú nýtist okkum ikki longur at samanbera okkum við muslimsk lond, nú kunnu vit so smátt samanbera okkum við onnur norðurlond heldur Kristianna Winther Poulsen.
---------------------------------------------------------------------------------------------------------------
FAKTA
Javnstøðunevndin 2008-2012
Forkvinna: Kristianna Winther Poulsen
Fyri arbeiðstakarar: Jákup Páll Mohr Mortensen
Fyri arbeiðsgevarar: Egon Joensen
Fyri Kvinnufelagasamskipan Føroya: Marjun Turid Magnussen
Fyri skúla-, almanna- og heilsuverkið: Magnus Tausen
FAKTA
Um Javnstøðunevndina
Fyrstu ferð eitt uppskot var lagt fram um eina javnstøðunevnd í Føroyum var í 1979. Tað vóru kvinnurnar Ingrid Sondum, Jonu Hendriksen og Karin Kjølbro sum løgdu uppskotið fram. Málið fall. Ikki fyrr enn 15 ár seinni – í 1994 – varð Javnstøðunevndin sett á stovn.
Virksemið hjá Javnstøðunevndini er í høvuðsheitum at hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin, at vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og at geva tilmæli í javnstøðumálum.
Játtanin til javnstøðunevdina hevur seinastu árini verið 2006: 285.000 kr, 2007: 366.000 kr, og á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008: 450.000 kr.
Síðan 1994 hava fýra ymiskir formenn/kvinnur verið í Javnstøðunevndini. Tey eru: Turid Debes Hentze 1994-2002, Annika Wardum Joensen 2002-2005, Kári á Rógvi 2005-2008 og Kristianna Winther Poulsen 2008-
FAKTA
Nýggja forkvinnan
Kristianna Winther Poulsen er fødd í 1969. Hon hevur útbúgving sum Cand.mag frá Roskilde Universitetscenter í 1999 og sum MSc frá Robert Gordon University í 2006. Kristianna hevur verið deildarleiðari á ALS, hevur starvast sum fulltrúi í Almanna- og heilsumálaráðnum og verið tímalærari á Studentaskúlanum í Hoydølum. Hon er nú í starvi í Granskingarráðnum.