Kristianna Rein 60 ár

Mánadagin 22. oktober fyllir Kristianna Rein í Havn 60 ár.

 

Kristianna er fødd í Klaksvík, dóttir Annu og Dánjal Nielsen. Mamman var fødd á Viðareiði og pápin var úr Sandavági.

 

Kristianna gekk í barnaskúla og realskúla í Klaksvík. 16 ára gomul flutti hon heimanífrá til Havnar at ganga í studentaskúla, og gjørdist hon tá havnarfólk.

 

Hon fór at læra til bioanalytikara, ella sjúkrahúslaborant, sum tað æt tá. Skipanin var, at tú fekk eitt árs lærutíð á Landssjúkrahúsinum og skuldi síðani til Danmarkar á skúla og víðari læru.

 

Eftir tað eina árið á Landssjúkrahúsinum fór Kristianna til Keypmannahavnar á laborantskúla , og síðani lærdi hon liðugt á Medisinsk Laboratorium.

 

Kristianna arbeiddi sum bioanalytikari á Øresunds hospitalet í Helsingør, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum.

 

Hon hevur eisini verið lærari í Santa Frans skúla.

 

Í trý ár arbeiddi Kristianna sum laborantur á Føroya Fiskasølu, har starvsøkini vóru vørumenning og góðskueftirlit. Kristianna var í tvey ár við í kikssilvur- og pcb-kanningunum, sum Pál Weihe, yvirlækni, skipar fyri.

 

Kristianna er kend fyri at vera ein sera góður kokkur, og hon hevur gjørt nógvar sendingar um matgerð í sjónvarpinum og í bløðunum. Í nøkur ár var hon eisini lærari í matgerð í kvøldskúlanum.

 

Í 1996 fór Kristianna til Danmarkar at taka eina nýggja útbúgving. Hon fór til Sorø á Ankerhus seminarium at lesa til føðslu- og húsarhaldsfrøðing, og eftir útbúgvingartíðina í Sorø hevur hon starvast hjá elfelagnum SEV sum orkuráðgevi og eisini undirvísir hon um elnýtslu.

 

Kristiana hevur verið virkin í politikki. Hon var í tvey valskeið í Tórshavnar býráð, vald av Tjóðveldisflokkinum. Hon var í fleiri ár nevndarlimur og formaður í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, og eisini var hon í aðalstjórn floksins, tað eina ári sum formaður.

 

Kristianna varð av Tjóðveldisflokkinum vald í útvarps- og sjónvarpsnevndirnar og var í nøkur ár formaður. Eisini hevur hon verið limur og formaður í stýrinum fyri Landssjúkrahúsið.

 

Hesi seinasti nógvu árinum hevur Kristianna verið formaður í Diabetesfelag Føroya og er hon eisini limur í starvsnevndini hjá MBF.

 

Kristianna er gift við Marius Rein og tey eiga trý børn, Dánjal sum býr í London, Janus býr í Havn og Anna í Keypmannahavn. Hon eigur ein ommuson, sum eitur Tummas og sum er hennara einkarbarn.

 

Vit ynskja Kristionnu hjartaliga tillukku við degnum.