Kristian Sune og Sonhard tóku gullið

Silvur endaði í Mimi og bronsan eisini í Klaksvík

Klaksvíkar Billardfelag gjørdist stóri vinnarin í árligu føroyameistarakappingini í billard fyri lið. Felagið fór við bæði gullinum og bronsuni. Mimir tók silvurið.

Seinasta umfarið gjørdist ongantíð spennandi, tí klaksvíkingar høvdu í næstseinasta umfarinum tikið Mimirsmenn á bóli. Teir báðir billardveteranarnir úr Klaksvík vístu enn einaferð, at knotur eru í norðingum, tá tað snýr seg um billard. Kristian Sune Høgnesen og Sonard Johannessen, sum fleiri ferðir áður hava verið í oddinum í føroyskum billardspæli, vísti aftur, at teir kunnu, tá teir vilja. Endaúrslitið gjørdist , at Klaksvíkar Billardfelag 1 gjørdist føroyameistari við 50 stigum. Mimir fekk 42 stig og vann silvur, Klaksvíkar Billardfelag 2 fekk 32 stig og vann bronsu. Bæði liðini hjá Havnar Klubba endaðu næstaftast og aftast við ávikavist 26 og 10 stigum.

ì seinasta umfarinum vitjaði meistaraliðið úr Klaksvík Havnar Klubba. Liðið vann 12-4. Mimir og Klaksvíkar Billardfelag 2 spældu javnt 8-8, men klaksvíkingar høvdu fleiri eygu.

Taka vit einstøku úrslitini, so skaraði Kristian Sune Høgnesen sum vera man framúr. Men henda liðkappingini hevur eisini opinberað eina nýggja stjørnu á billardhimmalinum. Tað er Hallur Joensen, sum spælir fyri Klaksvíkar Billardfelag fyri fyrstu ferð. Hann hevur spælt billard í donskum felag í mong ár. Í seinasta umfarinum móti Mimi fekk Hallur eitt gott persónligt úrslit. Hann vann allar fýra dystirnar og hevði 25 eygu í meðal. Tað sigur so mikið sum, at Hallur fer at vera ein av avbjóðarunum til komandi FM heiti fyri einstaklingar, sum verður í heimbýnum í næstum.

Niels Nielsen, sum oftani ger um seg í oddinum, hevði nógvar góðar dystir í kappingini, men tað rakk so ikki longur enn til eitt 4. pláss. Makkari hansara á 1. liðnum hjá Havnar Klubba, Jákup Egholm, vísti gott spæl í fleiri av dystunum. Jan Müller og Steinbjørn í Dali, sum teljast millum teir gomlu í billard, megnaðu at fáa silvur, hóast einstøku spølini ikki vóru millum tey størstu í kappingini.

Endaliga úrslitið av føroyameistarakappingini í billard fyri lið gjørdist: Nr. 1 Klaksvíkar Billardfelag 1 50 stig og 24,9 eygu í meðal, nr. 2 Mimir 42 stig og 17,8 eygu í meðal, nr. 3 Klaksvíkar Billardfelag 2 32 stig og 14,3 eygu í meðal, nr. 4 Havnar Klubbi 1 26 stig og 15,09 eygu í meðal og nr. 5 Havnar Klubbi 2 10 stig og 8,4 eygu í meðal.

Meðaltølini hjá seks av teimum bestu í kappingini vórðu: 1. Kristian Sune Høgnesen 28,9 eygu, nr. 2 Hallur Joensen 20,6 eygu, nr. 3 Sonhard Johannessen 20,4 eygu, nr. 4 Niels Nielsen 19,3 eygu, nr. 5 Jan Müller 18,0 eygu og nr. 6 Steinbjørn í Dali 15,9 eygu.

FM fyri staklingar
Føroyameistarakappingin fyri staklingar verður í Klaksvíkar Klubba 23. og 24. mars. Tilmeldingin er liðug og síggja bólkarnir, ið skulu spæla, soleiðis út: Bólkur 1: Kristian Sune Høgnesen, Niels Nielsen, Jan Müller og Allan Larsen. Bólkur 2: Hallur Joensen, Sonhard Johannessen, Karsten Hansen og Jákup Egholm. Teir báðir bestu í hvørjum bólki fara víðari til semifinalurnar. Verandi føroyameistari, Bjarni Skaalum, hevur tikið sær eitt billardfrítt ár hesaferð. Tí er hann ikki við. Fyrrverandi føroyameistarin Hendrik Petersen er til arbeiðis á høvunum. Tí er hann heldur ikki við.

Eftir øllum at døma fer kappingin at standa millum teir báðar bestu spælararnar í liðkappingini, Kristian Suna og Hall. Men einki er avgjørt frammanundan. Fleiri av hinum spælarunum í kappingini hava fyrr tikið sjálvt sterkari spælarar á bóli, tá avtornaði.