Um vikuskiftið var føroyameistaraskapið í karaoke hildið.
Hetta var leygarkvøldið, tá Glitnir var karmur um sangkappingina.
Átta luttakarar vóru í finaluni, fýra menn og fýra kvinnur. Tað blivu tey bæði Kristian Johannesen og Paula Danielsen úr ávikavist Klaksvík og Tórshavn, ið gjørdust føroyameistarar í karaoke.
Í finaluni sang Kristian Drops of Jupiter hjá Train og Your Song hjá Elton John, meðan Paula sang Promise Me hjá Baverly Craven og My Hearth Will Go On hjá Celine Dion.
Umframt at kunna kalla seg føroya bestu karaokesangarar, sleppa tey eisini til Finnlands at royna seg í heimsmeistaraskapinum í karaoke, sum fer fram í døgunum 21.-23 november.










