Í døgunum 19. og 20. juni hevur Nordisk Komponist Råd fund í Føroyum. NRK er sett saman av feløgum fyri tónaskøld úr Íslandi, Finlandi, Svøríki, Danmark, Noregi og Føroyum.
Forfólkini í feløgunum hittast einaferð um árið, og í ár verður fundurin í Føroyum.
Á fundinum í Reykjavík í fjør avgjørdi ráðið at lata Summartónum og Kristiani Blak NRK virðislønina á 50.000 krónur. Kristian Blak hevur staðið á odda fyri Summartónum í 31 ár.
Áðrenn Summartónakonsertina hjá Martin Stender og Torleik Mortensen, verður virðislønin handað, og forsetin í NRK, Martin Jonsson Tibblin, flytir fram røðu.
Konsertin og virðislønahandanin eru mánadagin 19. juni kl. 16 í Klingruni í Norðurlandahúsinum, skriva Summartónar á sínum facebook vanga.











